Góðskutryggjari til matvøruframleiðslu
Hevur tú áhuga fyri matvørum, góðsku og menning? Vit søkja eftir einum góðskutryggjara til okkara matvøruframleiðslu á Glyvrum. Tú fært eitt fjølbroytt starv, har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum verður við til at menna góðskuna og tryggja, at okkara laksur verður framleiddur og handfarin á ein tryggan, skilagóðan og støðugan hátt.
Starvið
Sum góðskutryggjari samskipar tú dagliga innaneftirlitið og uppgávurnar hjá góðskueftirlitsfólkunum, sum samla dátur og taka royndir í framleiðsluni. Tú hevur yvirlit yvir kanningar og skrásetingar og brúkar úrslitini til at finna møguleikar fyri ábótum í matvørutrygd og góðsku.
Tú verður ein sjónligur partur av framleiðsluni og arbeiðir tætt saman við virkisleiðslu og starvsfólkum um góðar arbeiðshættir. Saman menna tit arbeiðsgongdir, so framleiðslan lýkur galdandi krøv, kundakrøv og okkara egnu mál fyri matvørutrygd og matvørugóðsku.
Uppgávurnar fevna m.a. um:
Tú verður partur av QESH, sum samstarvar við deildirnar í Bakkafrost um fiskaheilsu, fiskavælferð, góðsku, umhvørvi, matvørutrygd og starvsfólkatrygd. Her fært tú starvsfelagar við ymiskari fakligari bakgrund, millum annað góðskuleiðarar, lívfrøðingar, djóralæknar og umhvørvisserfrøðingar. Tú fært møguleika at ávirka góðskuarbeiðið í gerandisdegnum og menna tínar førleikar innan matvørutrygd, góðsku og framleiðslu.
Tú vísir til góðskuleiðaran á Processing og arbeiðir í tøttum samstarvi við virkisleiðslu og góðskueftirlitsfólk.
Arbeiðsstaður er á Glyvrum.
Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú ert matvøruverkfrøðingur, matvøruteknikari ella hevur aðra líknandi útbúgving. Tú hevur hug at brúka tín matvørufakliga kunnleika í tøttum samstarvi við framleiðsluna. Royndir við góðskuarbeiði, innaneftirliti, matvørutrygd og HACCP-prinsippunum eru ein fyrimunur.
Vit leggja harumframt dent á, at tú:
Meir at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhannu Feilberg, góðskuleiðara á Processing, á tel. 23 50 26 ella við t-posti til jofe@bakkafrost.com.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 9. desembur 2026.
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Starvið verður sett sum skjótast.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.