Maskinfólk til smoltstøðina á Viðareiði
Dámar tær tekniskar avbjóðingar og at arbeiða við stýringum, tekniskum útbúnaði og vanligum maskinarbeiði, sum er við til at tryggja djóravælferðina hjá okkara fiski, so ert tú kanska tann, sum vit leita eftir til tekniska toymið á smoltstøðini á Viðareiði.
Á smoltstøðini á Viðareiði starvast fiskarøktarar, smoltmennari, maskinfólk og hjálparfólk.
Arbeiðsøki
Sum maskinfólk fert tú at starvast í einum toymi, sum virkar fyri at ala fyrsta floks laksasmolt, sum verður sett út í sjógvalingina hjá Bakkafrost. Tú fært góða upplæring í starvinum og fert at røkja fylgjandi uppgávur:
Tú fert at fáast við alt vanligt maskinarbeiði, sum m.a. fevnir um eftirlit, viðlíkahald, dagføring og umvæling.
Talan er um fulltíðar starv. Tú verður partur av vaktarskipan, sum inniber tvær vikur har arbeitt verður frá kl. 8-16, eina vaktarviku har arbeitt verður frá 8-16 vanligar gerandisdagar við tilkalli eftir arbeiðstíð og í vikuskiftinum og eina fríviku. Tá tú hevur tilkallivakt, skalt tú kunna koma á støðina innanfyri 20 min.
Tín vangamynd
Fyri at trívast í starvinum mást tú hava áhuga fyri at skrúva og finna mekaniskar/tekniskar feilir og loysnir. Vit vænta, at tú ert útbúgvin maskinmeistari, elektrikari, smiðjur, maskinistur ella líknandi og hevur áhuga fyri at tryggja bestu umstøður til livandi fisk.
Vit bjóða
Starvið sum maskinfólk er eitt avbjóðandi og mennandi starv í einum dynamiskum og tryggum arbeiðsumhvørvi. Harumframt bjóða vit góðar starvsfólkatryggingar, bonusskipa og møguleika at luttaka í partabrævaskipan.
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Meira at vita?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Thorstein Vang, leiðandi maskinmeistara, á tel. 23 52 37, telduposti thva@bakkafrost.com ella Sigurð Jacobsen, formann, á tel. 23 50 88, telduposti sija@bakkafrost.com
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Starvið verður sett sum skjótast. Umsóknarfreistin er 14. desember 2026.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.