Bakkafrost søkir ein HR ráðgeva til eitt fast fulltíðarstarv í einum dugnaligum og góðum toymi.
Vit leita eftir tær, sum hevur áhuga fyri fólki, mannagongdum og leiðslu, og sum kann vera ein tryggur og sjónligur sparringspartnari hjá leiðarum í samtakinum.
Um starvið
Tú verður partur av HR ráðgevara toyminum sum virkar eftir einari HR Business Partner skipan við stuðli til leiðarar í samtakinum. Toymið virkar og sparrar saman, men ábyrgdarøkir verða býtt eftir felag ella øki.
Sum HR ráðgevi kemur tú millum annað at arbeiða við:
Tú verður ein sjónligur sparringspartnari hjá leiðarum og starvsfólkum og skalt duga at umseta vitan til praktiskar loysnir í gerandisdegnum. Tú væntast eisini at vera virkin í innanhýsis samskifti og at stuðla undir mentanina og tey virðini, sum vit vilja hava í Bakkafrost.
Starvið fevnir harumframt um ymiskar seruppgávur og verkætlanir innan HR. Hetta kann til dømis vera:
Vit vænta ikki, at tú dugir alt frá fyrsta degi. Uppgávurnar verða býttar eftir førleikum og áhuga, og tú fært góðan stuðul frá hinum í toyminum.
HR ráðgevarnir vísa til Starvsfólkastjóran (Group HR Director).
Um HR deildina
Tú verður partur av HR deildini hjá Bakkafrost í Føroyum. Deildin fevnir um eitt HRBP toymi og eitt lønartoymi, sum arbeiða tætt saman um starvsfólkaviðurskifti í samtakinum.
HR deildin arbeiðir bæði við dagligari ráðgeving og fyrisiting og við meira langsiktaðum uppgávum innan leiðslu, organisatión og starvsfólkamenning. Tí er tætt samstarv millum HRBP toymið og lønartoymið týdningarmikið, og tú kanst vænta at verða partur av uppgávuloysnini breitt á deildini.
Tú verður partur av einum toymi við 12 dugnaligum og fittum starvsfeløgum, sum hava ymsar fakligar førleikar. Vit arbeiða sum eitt toymi, deila vitan og hjálpa hvørjum øðrum, tá tørvur er á tí. Samstundis er tað týdningarmikið, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd av tínum egnu økjum.
Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving á bachelor- ella kandidatstigi og viðkomandi starvsroyndir.
Vit søkja fyrst og fremst ein persón, sum skal stuðla Bakkafrost Processing, sum er okkara størsta felag roknað eftir starvsfólkatali. Tað er týdningarmikið, at tú motiverast av at arbeiða tætt saman við leiðarum og starvsfólkum í framleiðsluni og vilt vera sjónlig/ur í gerandisdegnum – eisini á gólvinum. Um tú hevur áhuga í integratiónsátøkum og reglum og mannagongdum innan øki við arbeiðsloyvi, er tað ein fyrimunur.
Tað er ein fyrimunur um tú hevur viðkomandi royndir við HR ráðgeving, setanartilgongdum, starvsfólkamálum ella leiðslustuðli. Tað kann vera úr privatum fyritøkum ella almennum stovnum.
Framum alt er tað týdningarmikið, at tú motiverast av starvsinnihaldinum og sært teg aftur í virðunum hjá felagnum.
Um Bakkafrost
Bakkafrost er eitt føroyskt felag, sum virkar altjóða við sterkum lokalum knýti.
Í samtakinum arbeiða umleið 1.900 starvsfólk, harav umleið 1.200 í Føroyum. Fjølbroytti starvsfólkahópurin gevur einum HR ráðgeva møguleika at arbeiða við nógvum ymiskum uppgávum.
Bakkafrost samtakið hevur virksemi innan fóðurframleiðslu, smoltaling, aling á sjónum, kryvjing, liðugvøruframleiðslu, sølu, flutning og orku.
Í Føroyum fevnir virksemið m.a. um Havsbrún, Bakkafrost Freshwater, Farming, FSV og Processing, umframt Sales, FarCargo og FÖRKA. Í Skotlandi eru vit ein stórur arbeiðsgevari við fullari virðisketu innan aling, og í Danmark og USA hava vit virksemi innan VAP, logistikk og sølu.
Høvuðsskrivstovan hjá samtakinum er á Glyvrum.
Vit bjóða
Tú fært eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við góðum møguleikum at ávirka og menna arbeiðið, við frælsi og ábyrgd.
Tínir starvsfelagir eru fittir, dugnaligir og hjálpsamir. Arbeiðsdagurin er fjølbroyttur og spennandi, og tú fært møguleika at arbeiða tætt at leiðsluni.
Vit leggja okkum eftir at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi, har vit raðfesta samstarv og trivnað. Vit seta æru í okkara arbeiði, men minna eisini hvønn annan á, at tað er annað í lívinum enn arbeiði.
Av ítøkiligum starvsfólkaágóðum kunnu nevnast:
Løn
Løn er sambært avtalu og innanhýsis lønartalvu, samsvarandi útbúgving og royndum.
Umsókn
Umsóknarfreistin er 11. november 2026.
Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heina Kristiansen, Starvsfólkastjóra, á telefon 23 51 15 ella við telduposti til hekr(at)bakkafrost.com.