Dekkari til Bakkafoss
Hevur tú hug at gerast partur av manningini á einum av størstu og mest framkomnu tænastuskipunum í alivinnuni?
Vit søkja eftir einum dekkara til Bakkafoss. Sum dekkari verður tú partur av dagliga arbeiðinum umborð og luttekur í teimum ymisku uppgávunum, sum hoyra til raksturin av skipinum, harundir reingerð og viðlíkahald umborð.
Vangamynd
Tú ert arbeiðssamur/-som og dugir at taka fatt. Tú ert opin fyri at læra og tekur ábyrgd. Royndir á sjónum kunnu vera ein fyrimunur, men ikki eitt krav – tú fært upplæring umborð.
Førleikar
Løn og setanartreytir
Arbeitt verður í tørnskipan 1:1, og útmynstringartíðarskeiðið er 3 vikur. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi felags sáttmála millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Sjómannadeild FF's.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarstjóra, á tel 23 50 50.
Umsókn
Søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 12. oktober 2026. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Bakkafoss
Bakkafossur er eitt av 9 tænastuskipum hjá Bakkafrost. Tænastuskipini hava ymiskar arbeiðsuppgávur, m.a. at sigla við smolti og tøkufiski, vaska nótir, avlúsa, og veita aðrar tænastur til alibrúkini. Manningin umborð á Bakkafossi telur 10 mans.