Dámar tær tekniskar avbjóðingar og at arbeiða við stýringum, tekniskum útbúnaði og vanligum maskinarbeiði? So ert tú møguliga tann, vit leita eftir til okkara nýggja tekniska toymi, sum kemur at vara av lívfiskastøðunum við Áir og í Skopun, og smoltstøðina við Gjógv.
Arbeiðsøki
Sum maskinfólk verður tú partur av einum toymi við fýra maskinfólkum. Tú fært góða upplæring í starvinum og fert at røkja fylgjandi uppgávur:
Tú fert at fáast við alt vanligt maskinarbeiði, sum m.a. fevnir um eftirlit, viðlíkahald, dagføring og umvæling. Arbeiðsstaðurin er á lívfiskastøðini við Áir, men tú fert eisini at arbeiða á lívfiskastøðini í Skopun og á smoltstøðini við Gjógv.
Talan er um fulltíðarstarv. Tú verður partur av vaktarskipan, sum inniber tvær vikur har arbeitt verður frá kl. 8-16, eina vaktarviku har arbeitt verður frá kl. 8-16 vanligar gerandisdagar við tilkalli eftir arbeiðstíð og í vikuskiftinum, og hareftir eina fríviku.
Tín vangamynd
Vit vænta, at tú ert útbúgvin maskinmeistari, elektrikari, smiður, maskinistur ella líknandi og hevur áhuga fyri at tryggja bestu umstøður fyri fiskavælferð.
Vit bjóða
Starvið sum maskinfólk er eitt avbjóðandi og mennandi starv í einum tryggum og góðum arbeiðsumhvørvi. Tú verður partur av einum nýggjum toymi og fært møguleika at ávirka, hvussu arbeiðið verður skipað og ment.
Tú fært góðar starvsfólkatryggingar, verður partur av okkara bonusskipan og hevur møguleika at luttaka í okkara partabrævaskipan.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Maskinmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Meira at vita?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jonhard Eysturskarð, leiðara á lívfiskastøðini, á tlf. 235828 og teldupost joey@bakkafrost.com
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Umsóknarfreistin er 18. oktober 2026.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.