Starvslýsing stovnað
22-09-2026
Umsóknarfreist
04-10-2026

Góðskueftirlit til virkið á Glyvrum

Kennir tú framleiðsluna á virkinum á Glyvrum og hevur tú hug at royna teg í einum øðrvísi starvi?

Hevur tú gott eyga fyri reinføri, góðsku og arbeiðsgongdum, kann hetta vera næsta stigið á tínari yrkisleið.

Vit leita eftir einum ábyrgdarfullum og ágrýtnum góðskueftirliti til okkara góðskutoymið. Tað er ikki eitt krav, at tú hevur eina ávísa útbúgving. Royndir úr framleiðsluni, áhugi fyri góðsku og hugur at læra eru eitt gott grundarlag fyri starvinum.

 

Um starvið

Sum góðskueftirlit ert tú við til at tryggja, at framleiðslan lýkur tey krøv ið eru sett til góðsku, reinføri, matvørutrygd og fiskavælferð. Tú verður partur av Góðskudeildini og arbeiðir í tøttum samstarvi við framleiðsluna, øðrum góðskueftirlitum, góðskutryggjarum og leiðarum.

Starvsstaðið er á virkinum á Glyvrum. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og í vaktum. Miðja verður móti eini arbeiðsviku á 40 tímum.

 

Uppgávur

  • Dagligt eftirlit við framleiðslu á kryvjivirki, liðugtvøruvirki, roykivirki, pakkivirki og partvís kassavirki
  • Eftirlit við reinføri og reinførisreglum – bæði visuelt og bakteriufrøðiliga
  • Sýnistøkur av reingerð, liðugtvøru, framleiðsluútgerð, vatni og spillvatni v.m
  • Tryggja, at framleiðslan fylgir galdandi lógum, reglum og góðskuskipanum
  • Haldføriskanningar og aðrar kanningar kravdar av myndugleikum og kundum
  • Skráseting og viðlíkahald av upplýsingum í góðskuskipanum
  • Luttøka í innanhýsis og uttanhýsis skoðanum
  • Aðrar uppgávur, sum natúrliga hoyra til økið

 

Tín vangamynd

Starvið kann hóska væl til tín, sum longu arbeiðir í framleiðsluni og hevur hug at taka meira ábyrgd. Tú ert neyv/ur og álítandi, dugir at halda yvrlit og torir at siga frá ella spyrja, tá okkurt er ógreitt. Tú samstarvar væl og samskiftir virðiliga við fólk í ymiskum størvum.

Vit ímynda okkum, at tú:

  • Hevur royndir úr framleiðsluni
  • Hevur áhuga fyri matvørutrygd, reinføri, fiskavælferð, heilsu, trygd og umhvørvi.
  • Hevur lætt við at læra og brúka KT-amboð, eitt nú Microsoft Office og Innova
  • Dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum – bæði í skrift og talu

 

 Útbúgving sum laborantur, fiskivinnutøkningur ella líknandi er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

 

Vit bjóða

Tú fært ein fjølbroyttan gerandisdag, har tú kanst brúka tína vitan um framleiðsluna á ein nýggjan hátt. Tú verður partur av einum toymi við 5 øðrum góðskueftirlitum við góðum fakligum førleikum, har tú hevur góðar møguleikar at menna teg fakliga. Vit leggja dent á góða upplæring.

 

Meir at vita

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhonnu Feilberg, góðskuleiðara, á tlf. 235026.

 

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri. Umsóknarfreistin er sunnudagin tann 4. oktobur 2026.


Aftur til listan