Vit søkja eftir einum PLC-serfrøðingi, sum skal vera við til at styrkja og menna PLC-økið í Bakkafrost samtakinum.
Talan er um eitt nýtt starv, har tú fært ein týðandi leiklut í at tryggja ein støðugan, tryggan og væl skipaðan rakstur av PLC- og stýriskipanum í samtakinum. Tú kemur at arbeiða tvørtur um deildir og lond.
Starvsstaðurin er á Glyvrum, men tú fert at arbeiða fyri allar deildir í samtakinum, sum hava PLC-stýringar.
Uppgávur
Sum PLC-serfrøðingur verður tú millum annað við til at:
Starvið er bæði operationelt og samskipandi. Tú skalt sostatt bæði kunna arbeiða ítøkiliga við skipanum og samstundis samskipa uppgávur og samstarv við ymiskar partar í samtakinum.
Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú:
Skilir føroyskt og kanst vera partur av fakliga og sosiala felagsskapinum í deildini, har dagliga samskiftið er á føroyskum. Somuleiðis er neyðugt, at tú dugir væl enskt, tí vit samskifta dagliga við starvsfelagar í Skotlandi.
Vit bjóða
Tú fært eitt nýtt og fjølbroytt starv við stórari ávirkan á, hvussu PLC- og tekniskar skipanir verða mentar og røktaðar í Bakkafrost samtakinum.
Tú verður partur av einum fakliga sterkum KT-toymi, har samstarv, ídni og ábyrgd eyðkenna gerandisdagin.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri.
Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kristian Eli Zachariasen, KT-stjóra, á tlf. 23 50 70.
Starvið verður sett sum skjótast. Umsóknarfreistin er tann 22. septembur. Samrøður verða hildnar so hvørt, sum skikkaðar umsóknir koma.
Um KT-deildina
KT-deildin á Bakkafrost arbeiðir við sera fjølbroyttum uppgávum. KT er partur av framleiðsluskipanum, fíggjarstýringsskipanum, sporførisskipanum, samskiftisskipanum, SCADA-skipanum, alarmskipanum, aliskipanum og øðrum skipanum.
Uppgávan hjá KT-deildini er at menna og viðlíkahalda hesar skipanir. Virksemið hjá KT-deildini er í Føroyum, USA, Skotlandi, Danmark og Fraklandi. Á deildini starvast 19 fólk – 13 av teimum hava starvsstað á Glyvrum og hini í Skotlandi.