Starvslýsing stovnað
28-08-2026
Umsóknarfreist
09-09-2026

AI-serfrøðingur til KT-deildina

Vit søkja eftir royndum KT-fólki, sum skal vera við til at uppbyggja og menna AI-økið hjá Bakkafrost. Talan er um nýtt starv, har tú, saman við øðrum AI-serfrøðingi og starvsfeløgum í KT-deildini, fært ein týðandi leiklut í at skapa eitt trygt grundarlag fyri nýggjum AI-loysnum, sum kunnu effektivisera arbeiðsgongdir og tryggja gagnnýtslu av dátum og vitan í samtakinum.

 

Uppgávur

Sum AI-serfrøðingur verður tú millum annað við til at:

·         Menna og reka innanhýsis AI-infrastruktur

·         Umsita og menna málmodell

·         Arbeiða við ”tokenomics”

·         Menna og reka ”docker/kubernetes” umhvørvið

·         Menna markamót millum AI-loysnir, dátugrunnar, API og aðrar innanhýsis skipanir

Starvsstaðurin er á Glyvrum.

 

Tín vangamynd

Vit ímynda okkum, at tú:

·         Hevur viðkomandi útbúgving innan KT ella royndir og førleikar, sum kunnu javnsetast við formella útbúgving

·         Hevur góðan kunnleika til AI, menning og rakstur av tøknuligum loysnum

·         Arbeiðir skipað og sjálvstøðugt og trívist í einum leikluti, har tú skalt samstarva tvørtur um deildir og fakøki í øllum Bakkafrost samtakinum

·         Skilir føroyskt og kanst vera partur av fakliga og sosiala felagsskapinum í deildini, har dagliga samskiftið er á føroyskum. Somuleiðis er neyðugt, at tú dugir væl enskt, tí vit samskifta dagliga við starvsfelagar í Skotlandi

 

Vit bjóða

Tú fært eitt nýtt, spennandi og sjálvstøðugt starv við stórari ávirkan á, hvussu Bakkafrost fer at nýta AI í framtíðini. Tú verður partur av einum fakliga stektum KT-toymi, har samstarv, ídni og ábyrgd eyðkenna gerandisdagin.

 

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri. 

Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kristian Eli Zachariasen, KT-stjóra á tlf. 23 50 70.

Starvið verður sett sum skjótast. Umsóknarfreistin er tann 9. september 2026. Samrøður verða hildnar so hvørt, sum skikkaðar umsóknir koma.

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

 

Um KT-deildina

KT-deildin á Bakkafrost arbeiðir við sera fjølbroyttum uppgávum. KT er partur av framleiðsluskipanum, fíggjarstýringsskipanum, sporførisskipanum, samskiftisskipanum, scadaskipanum, alarmskipanum, aliskipanum og øðrum skipanum. Uppgávan hjá KT-deildini er at menna og viðlíkahalda hesar skipanir. Virksemið hjá KT- deildini er í Føroyum, USA, Skotlandi, Danmark og Fraklandi. Á deildini starvast 19 fólk – 13 av teimum hava starvsstað á Glyvrum og hini í Skotlandi.


Aftur til listan