Starvslýsing stovnað
19-08-2026
Umsóknarfreist
09-09-2026

Maskinfólk til smoltstøðina við Gjógv

Bakkafrost søkir eftir maskinfólki til smoltstøðina við Gjógv

Vit søkja eftir einum ágrýtnum maskinfólki til smoltstøðina við Gjógv. Sum maskinfólk hjá Bakkafrost fært tú eitt fjøllbroytt og avbjóðandi starv í eini fyritøku í støðugari menning.

 

Arbeiðsøki

kemur at starvast í einum toymi, ið virkar fyri at ala fyrsta floks laksasmolt til at seta út í sjógvalingina hjá Bakkafrost. Tú fært góða upplæring í starvinum og kemur m.a. at røkja fylgjandi uppgávur: 

  • Viðlíkahald av maskinum og tekniskum útbúnaði, herundir pumpur, motorar, o.a.

  • Arbeiða við Luft, Oxygen og UV-skipan

  • Skráseting og uppfylging í viðlíkahaldsskipan (OPUS)

  • Ymiskt fyrifallandi handverkaraarbeiði

  • Røkt av fiski

  • Virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

  • Røkja aðrar uppgávur á smoltstøðini

 

Tú fert at hava ábyrgd av øllum vanligum maskinarbeiði, sum m.a. fevnir um eftirlit, viðlíkahald og umvæling.

 

Tín vangamynd

Tú ert útbúgvin eletrikari, smiðjur, maskinistur, maskinmeistari ella líknandi. Tú ert væl skipað/ur, tekur við ábyrgd og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Somuleiðis hevur tú KT-førleikar á brúkarastøði.

 

Vit bjóða

Starvið sum maskinfólk er eitt avbjóðandi og mennandi starv í einum tryggum og góðum arbeiðsumhvørvi. Tú fært góðar starvsfólkatryggingar, verður partur av okkara bonusskipan og hevur møguleika at luttaka í okkara partabrævaskipan.

 

Løn og setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

 

Meira at vita?

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kristian Jákup Joensen, formann, á tel. 23 50 78, ella við telduposti til krjo@bakkafrost.com

 

Umsókn 

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Umsóknarfreist er 9. september 2026. Starvið verður sett sum skjótast.


Aftur til listan