Starvslýsing stovnað
10-08-2026
Umsóknarfreist
01-09-2026

Lúsatálmari til Bakkafrost

Hevur tú áhuga fyri nýggjari tøkni og fiskaheilsu? So hevur tú nú møguleikan at gerast partur av okkara nýggja lasaratoymi.

Í løtuni íverkseta vit eina háteknologiska lasaraskipan, sum skannar og skjýtur lús á laksinum. 

Vit leita eftir ábyrgdarfullum og fleksiblum starvsfólkum, sum skulu hava ábyrgd av at stýra skipanini. Starvið er nýtt, og toymið verður við til at menna arbeiðsgongdir og má tola broytingar í arbeiðstíðum alt eftir árstíð.

 

Um starvið

Sum lúsatálmari fert tú at hava ein týðandi leiklut í at tryggja góða nýtslu av tøknini, sum stuðlar fiskaheilsu og djóravælferð í framleiðsluni. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at:

  • Stýra lasaraskipanini
  • Skráseta viðkomandi data
  • Viðlíkahalda tekniska útgerð og gera einfaldar feilrættingar
  • Samskifta við alileiðslutoymið, alarar umframt veitarar av skipanini

 

Starvsstaðurin er í Kollafirði og tú fer at sita saman við fóðrarum, sum fóðra fiskin talgilt. Arbeitt verður í skiftandi vaktum í dagvakt og kvøldvakt.

 

Vit vænta, at tú

  • hevur áhuga fyri nýggjari tøkni og tøkniligum loysnum
  • arbeiðir sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
  • ert álítandi, nærløgd/nærlagdur og hevur góðar samstarvsførleikar
  • hevur góðar telduførleikar

 

Vit bjóða

  • Eitt spennandi og nýskapandi starv í einum altjóða alifelag
  • Góða upplæring í lasaratøkni
  • Møguleika at verða við til at menna eitt nýtt arbeiðsøki í felagnum
  • Góðar starvsfólkatryggingar

 

Umsókn

Hevur hetta tín áhuga, vilja vit fegin hoyra frá tær. Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Umsóknarfreistin er tann 1. september 2026. Vit ynskja at seta starvið sum skjótast.

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Bjarna Larsen, alistjóra, t-post bjla@bakkafrost.com ella á tel. 23 56 70 ella Oddvald Olsen, alileiðara Vestur, t-post odos@bakkafrost.com ella á tel. 23 51 49.

 


Aftur til listan