Dekkarar til Stígabrúgv
Vit søkja eftir tveimum dekkarum til Stígabrúgv, sum júst er umbygd til nótavask. Báturin er útgjørdur við tveimum ROV-nótavaskarum, sum manningin skiftist um at koyra frá tveimum stýrisstólum á brúnni. Upplæring at koyra ROV-ararnar verður givin umborð.
Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú hevur góð samstarvsevni og ert ábyrgdarfull/ur, arbeiðssamur/som og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Arbeiðið krevur tolni og áhuga fyri at læra nýtt, serliga arbeiðið við ROV-nótavaskarum.
Førleikar
· Heilsubók
· Trygdarskeið
Løn og setanartreytir
Arbeitt verður í tørnskipan 1:1; 2 vikur úti og 2 vikur heima. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi felags sáttmála millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Sjómannadeild FF’s.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Jonni D. Hansen, manningarleiðara, á tlf. 235616 ella við telduposti til jodh@bakkafrost.com.
Umsókn
Søk starvið umvegis leinkjuna niðast í lýsingini.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er mánadagin 24. august 2026. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Bakkafrost FSV
Bakkafrost FSV hevur nýggju tænastuskip – átta í Føroyum og eitt í Skotlandi, og tilsamans starvast 114 sjófólk hjá felagnum.