Starvslýsing stovnað
04-08-2026
Umsóknarfreist
17-08-2026

Alari til Funningsfjørð

Vit søkja eftir alara til aliøkið í Funningsfirði

Kundi tú hugsað tær eitt fjølbroytt og ábyrgdarfult starv? So er starvið sum sjógvalari kanska tað rætta fyri teg.

 

Arbeiðsøki

Sum alari verða tínar høvuðsuppgávur

·         at røkta fiskin

·         at gera dagligar viðlíkahaldsuppgávur á alibrúki og landstøð

·         at vera við til útseting og tøku

·         at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

 

Tín vangamynd

Vit leita eftir einum røskum og álítandi persóni, sum tekur við ábyrgd og trívist í einum toymi, hvørs mál er at ala heimsins besta laks.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir á sjónum og ert vanur/von við at taka tær av viðlíkahaldsuppgávum av nótum, ringum, bátum o.s.fr.

Arbeiðstíðin er vanliga frá kl. 8-16, men í tíðarskeiðum við stórum arbeiðstrýsti, skalt tú vænta at arbeiða meira. 

 

Vit bjóða

Sum alari hjá Bakkafrost fært tú eitt spennandi starv á einum arbeiðsplássi í støðugari menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og bjóða góðar starvsfólkatryggingar.

 

Løn og setanartreytir

Løn er samsvarandi alarasáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Jóhan M. Dam, formann, t-post joda@bakkafrost.com ella  á tel. 23 51 48.

 

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er mánakvøldið 17. august 2026. Møguleiki er at byrja beinan vegin.

 


Aftur til listan