Starvslýsing stovnað
30-07-2026
Umsóknarfreist
17-08-2026

Stýrimaður til Bakkabrúgv

Stýrimaður til Bakkabrúgv

Vit leita eftir einum dugnaligum stýrimanni til Bakkabrúgv – ein av okkara 9 tænastubátum. Bakkabrúgv er ein tvíkilja frá 2020, sum er umbygd til nótavask. Báturin er útgjørdur við tveimum ROV-nótavaskarum, sum manningin skiftist um at koyra frá tveimum stýrisstólum á brúnni. Bakkabrúgv er 138 BT og hevur eina framtøkumegi upp á 602 kW.

 

Tín vangamynd

Vit ímynda okkum, at tú hevur góð samstarvsevni og trívist bæði við sjálvstøðugum arbeiði og arbeiði í toymi. Tú ert ábyrgdarfull/ur, arbeiðssamur/som og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar.

Arbeiðið krevur tolni og áhuga fyri at læra nýtt, serliga at arbeiða við ROV-nótavaskarum. Upplæring verður givin umborð av royndari manning, sum kennir arbeiðið væl.

 

Førleikar

·         Vinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi við handilsskipum

·         Heilsubók

·         Trygdarskeið

 

Løn og setanartreytir

Arbeitt verður í tørnskipan 1:1 og útmynstringartíðarskeiðið verður 2 vikur. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi felags sáttmála millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og FSN.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Jonni D. Hansen, manningarleiðara, á tlf. 235616 ella við telduposti til jodh@bakkafrost.com.

 

Umsókn

Søk starvið umvegis leinkjuna niðast í lýsingini.

 

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er mánadagin 17. august 2026. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um Bakkafrost FSV

Bakkafrost FSV hevur nýggju tænastuskip – átta í Føroyum og eitt í Skotlandi, og tilsamans starvast 114 sjófólk hjá felagnum.

 

www.bakkafrost.com


Aftur til listan