Starvslýsing stovnað
15-07-2026
Umsóknarfreist
09-08-2026

Maskinmeistari ella handverkari til kryvjivirkið í Vági

Maskinmeistari ella handverkari til tekniska toymið í Vági

Ert tú maskinmeistari ella handverkari við áhuga fyri teknikki, viðlíkahaldi og rakstri? Trívist tú í einum arbeiði, har tú hevur ábyrgd av, at framleiðsluútgerðin koyrir trygt og effektivt?

So kanst tú gerast partur av tekniska toyminum á kryvjivirkinum í Vági.

 

Starvið

Hjá Bakkafrost eru teknisku starvsfólkini ein týðandi partur av framleiðsluni. Teirra arbeiði er við til at tryggja, at framleiðslan er støðug og trygg.

Sum partur av tekniska toyminum í Vági verður tín uppgáva at loysa tøkniligar avbjóðingar og hava ábyrgd av viðlíkahaldi, eftirliti og umvælingum av maskinum og útbúnaði.

Ítøkiliga er talan um fylgjandi uppgávur:

  • Dagligt eftirlit og viðlíkahald av maskinum, tekniskum skipanum og útbúnaðii
  • Umvælingar og umstillingar av maskinum og framleiðsluútgerð
  • Fyribyrgjandi og rættandi viðlíkahald
  • Tøknilig feilfinning og loysnir á rakstrartrupulleikum
  • Skráseting í viðlíkahaldsskipan og eykalutagoymslu
  • Samstarv við framleiðslu, leiðslu og aðrar tøkniligar deildir
  • At tryggja, at arbeiðið verður gjørt sambært galdandi trygdar-, góðsku- og reinføriskrøvum

Talan er um fast starv, og starvsstaðurin er í Vági.

 

Tín vangamynd

Vit ímynda okkum, at tú hevur tekniska ella handverksliga bakgrund. Tú kanst t.d. vera maskinmeistari, elektrikari, maskinsmiður, mekanikari ella hava aðra viðkomandi útbúgving ella royndir.

Royndir við el, stýringum, viðlíkahaldi ella framleiðsluútgerð eru ein fyrimunur, men tað týdningarmesta er, at tú hevur tekniskt skil, tekur ábyrgd og hevur hug at læra.

Sum persónur ert tú væl skipaður og virkisfúsur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. Tú arbeiðir skipað, tekur ábyrgd og hevur ein jaligan hugburð til uppgávurnar.

 

Vit bjóða

Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í eini fyritøku við høgum krøvum til góðsku og trygd.

Tú verður partur av einum fakliga sterkum tekniskum toymi, har tú fært møguleika at arbeiða við nútímans framleiðsluútgerð og vera við til at tryggja ein støðugan og effektivan rakstur.

Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar og eina góða kantinuskipan.

Bonusskipan

Góð úrslit verða skapað av starvsfólkunum. Tí hevur Bakkafrost eina bonusskipan, sum kann geva starvsfólkum ein eyka ágóða, tá samtakið stendur seg væl.

Partabrævaskipan
Sum starvsfólk kanst tú eisini velja at gerast partaeigari í Bakkafrost. Gjøgnum okkara partabrævaskipan kanst tú keypa partabrøv við serligum ágóðum og samstundis ogna tær lut í fyritøkuni — eini fyritøku, tú ert við til at menna hvønn dag.

 

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

 

Meira at vita

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við John Nielsen, Virkisleiðara, á tlf. 23 52 42 ella við telduposti til joni@bakkafrost.com.

 

Umsókn

Tú søkir starvið umvegis leinkjuna niðanfyri.

 

Umsóknarfreistin

Umsóknarfreistin er 09. August 2026. Starvið verður sett skjótast gjørligt, tá rætti umsøkjarin er funnin.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

 


Aftur til listan