Starvslýsing stovnað
22-06-2026
Umsóknarfreist
12-07-2026

Fiskarøktari til lívfiskastøðina á Húsum

Vaktarfólk til lívfiskastøðina á Húsum

Nú er eitt starv sum fiskarøktari í vaktarskipan á lívfiskastøðini á Húsum leyst at søkja.

Á lívfiskastøðini arbeiða vit við at menna og kynsbøta føroysku laksastammuna og framleiða rogn til smoltstøðirnar hjá Bakkafrost. 

 

Sum fiskarøktari eru uppgávurnar:

·       at røkta fisk

·       at brúka ymiska tekniska útgerð

·       at stýra vatngóðsku

·       at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Talan er um fulltíðarstarv, sum er 40 tímar um vikuna. Tá tú hevur fingið upplæring, verður tú partur av vaktarskipanini: Arbeitt verður gerandisdagar frá kl. 8.00-16.00 í eina viku. Síðani arbeiðir tú eina vaktarviku, og aftaná vaktarvikuna hevur tú eina fríviku.

 

Tín vangamynd

Tú ert ágrýtin, álítandi og ábyrgdarfull/ur.

Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir innan aling, men um tú ikki hevur royndir innan aling, fært tú góða upplæring frá okkum.

 

Vit bjóða 

Starvið sum fiskarøktari er eitt avbjóðandi og mennandi starv. Vit leggja stóran dent á at hava eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi og bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir eru sambært alarasáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 12. juli 2026, og tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

 

Meir at vita

Um tú vilt vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Fríðu Isaksen, forkvinnu á tel. 235085 ella á telduposti fris@bakkafrost.com 


Aftur til listan