Starvslýsing stovnað
18-06-2026
Umsóknarfreist
28-06-2026

E-commerce og webshop samskipari

E-commerce og webshop samskipari til marknaðardeildina

Nú er eitt starv sum E-commerce og webshop samskipari í marknaðardeildini hjá Bakkafrost leyst at søkja.

 

Starvið

Sum E-commerce og webshop samskipari verður tú partur av marknaðardeildini hjá Bakkafrost, sum er partur av søludeildini.

Tín fremsta uppgáva verður at hava dagligu ábyrgdina av at handfara, menna og optimera nethandlar og online sølupallar hjá Bakkafrost á fleiri marknaðum, millum annað í USA, Føroyum, Danmark og Bretlandi. Tú kemur at arbeiða við Shopify, Amazon og sølu umvegis sosialar miðlar.

Arbeiðið skal tryggja, at vørurnar hjá Bakkafrost verða vístar fram á ein professionellan hátt, og at okkara online nærvera stuðlar undir bæði brand, sølu og vøkstur.

Tínar høvuðsuppgávur verða m.a. at:

·       hava dagligu handfaringina og viðlíkahaldið av nethandli og online sølupallum

·       menna og umsita sølu umvegis Shopify, Amazon og sosialar miðlar

·       dagføra vørusíður, myndir, vørulýsingar, prísir og kampanjutilevni

·       arbeiða við SEO, online lýsingum og optimering av digitalum kampanjum

·       fylgja við online søluúrslitum og síggja møguleikar til betringar

·       samskipa við framleiðslu, pakkideildir, sølu og marknaðardeild

·       tryggja, at Bakkafrost-brandið er einsháttað á online sølupallum

·       hjálpa marknaðardeildini við øðrum fyrifallandi marknaðaruppgávum

 

Tín vangamynd

Tú ert væl skipað/ur, digitalt sterk/ur og hevur handilsligan kunnleika. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og hevur eyga fyri smálutum. Tú trívist eisini við at samstarva tvørtur um deildir og marknaðir.

Vit vænta, at tú hevur:

·       royndir við Shopify og e-commerce backend skipanum

·       kunnleika til Amazon marketplace

·       royndir við online lýsingum, SEO og digitalari marknaðarføring

·       góðan kunnleika til sosialar miðlar og paid campaigns

·       góðar KT-førleikar og lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir

·       góð samskiftisevni á enskum, bæði skrivliga og munnliga

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá food, FMCG, retail, útflutningsmarknaðum ella branded consumer goods, men tað er ikki eitt krav.

 

Vit bjóða

Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv í eini altjóða fyritøku. Tú verður partur av marknaðardeildini og fært ábyrgd av einum týdningarmiklum og vaksandi øki hjá Bakkafrost.

Tú kemur at arbeiða tætt saman við starvsfeløgum í sølu, framleiðslu, pakkideildum og øðrum pørtum av Bakkafrost-samtakinum. Vit leggja dent á gott samstarv, góðsku og eina professionella framseting av okkara vørum og brandi.

 

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsstaður er á Glyvrum í Føroyum ella í Wayne, NJ, USA.

 

Meira at vita

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Poul Andrias Jacobsen, marknaðarleiðara, á tel. +298 23 50 10 ella á telduposti poja@bakkafrost.com.

 

Umsókn

Tú søkir starvið umvegis leinkjuna niðanfyri.

Umsóknarfreistin er 28. juni 2026.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 


Aftur til listan