Fiskarøktari til smoltstøðina á Viðareiði
Nú er eitt starv sum fiskarøktari á smoltstøðini á Viðareiði leyst at søkja.
Á smoltstøðini á Viðareiði verður tú partur av einum toymi við fiskarøktarum og maskinfólkum, sum hava drúgvar royndir innan aling.
Uppgávur
Sum fiskarøktari eru høvuðsuppgávurnar hesar:
- At røkta fiskin, og halda kør, útgerð og arbeiðsumhvørvi reint og ruddiligt
- At taka vatnprøvar og stýra vatngóðsku
- At brúka ymiska tekniska útgerð
- At hjálpa til við koppseting
- At virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð
Talan er um fulltíðarstarv, sum er 40 tímar um vikuna. Tá tú hevur fingið upplæring, verður tú ein partur av okkara vaktarskipan.
Tín vangamynd
Tú ert ágrýtin, álítandi og tekur við ábyrgd.
Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir innan aling, men um tú ikki hevur royndir innan aling, fært tú góða upplæring frá okkum.
Vit bjóða
Starvið sum fiskarøktari er eitt avbjóðandi og mennandi starv. Vit leggja stóran dent á at hava eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi og bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.
Løn og setanartreytir eru sambært alarasáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.
Meir at vita
Um tú vilt vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Sigurð Jacobsen, formann á tel. 23 50 88 ella á telduposti sija@bakkafrost.com
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er tann 30. juni 2026, og tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.