Arbeiðsøki
Virkið í Vági er partur av virkseminum hjá Bakkafrost, sum framleiðir hágóðskulaks til kundar okkara. Á virkinum verður laksurin kruvdur og pakkaður til útflutnings.
Arbeiðstíðir
Arbeiðsvikan er frá mánadegi til og við leygardag. Vit byrja kl. 7.00 og arbeiða, til allur fiskurin frá bátinum er kruvdur og pakkaður. Tað kunnu væntast langir arbeiðsdagar.
Arbeitt verður í trimum vaktum. Tvær vaktir eru til arbeiðis í senn, og ein vakt hevur frí.
Tín vangamynd
Vit sóknast eftir ágrýtnum og jaligum starvsfeløgum við góðum samstarvsevnum.
Vit bjóða
Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virði fyri føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit leggja dent á eitt gott arbeiðsumhvørvi og bjóða góðar starvsfólkatryggingar. Harumframt fært tú møguleika at arbeiða á einum arbeiðsplássi saman við fittum og dugnaligum starvsfeløgum.
Løn og setanartreytir
Talan er um tímalønt starv.
Lønin er sambært galdandi sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag. Vit hava góða kantinu, og møguleiki er at vera við í eini matarskipan.
Tað er eitt krav, at tú kanst samskifta á føroyskum og/ella enskum.
Arbeiðsloyvi
Um tú ert útlendingur og hevur tørv á arbeiðsloyvi, skal rein revsiváttan viðleggjast. Nøktandi samskiftisførleikar á enskum skulu prógvast.
Søk starvið
Um hetta hevur tín áhuga, kanst tú senda eina umsókn umvegis leinkið niðanfyri.