Vaktarfólk til lívfiskastøðina við Áir
Nú er eitt starv sum fiskarøktari í vaktarskipan á lívfiskastøðini við Áir leyst at søkja.
Á lívfiskastøðini arbeiða vit við at menna og kynsbøta føroysku laksastammuna og framleiða rogn til smoltstøðirnar hjá Bakkafrost.
Sum fiskarøktari kemur tú inn í eitt toymi av fiskarøktarum, lívfrøðingum og maskinfólki, sum ganga høgt upp í kynsbótaarbeiði og at framleiða fyrstafloks rogn.
Uppgávurnar í starvinum eru m.a.
Talan er um fulltíðarstarv, sum er 40 tímar um vikuna. Tá tú hevur fingið upplæring, verður tú partur av vaktarskipanini: Arbeitt verður gerandisdagar frá kl. 8.00 - 16.00 í tvær vikur. Síðani arbeiðir tú eina vaktarviku frá mánadegi til sunnudag, og aftaná vaktarvikuna hevur tú eina fríviku.
Tín vangamynd
Tú ert ágrýtin, álítandi og ábyrgdarfull/ur.
Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir innan aling, men um tú ikki hevur royndir innan aling, fært tú góða upplæring frá okkum.
Vit bjóða
Starvið sum fiskarøktari er eitt avbjóðandi og mennandi starv. Vit leggja stóran dent á at hava eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi og bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.
Løn og setanartreytir eru sambært alarasáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.
Meira at vita?
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jonhard Eysturskarð, leiðara á lívfiskastøðini, á tel. 23 58 28 ella á telduposti joey@bakkafrost.com
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Umsóknarfreistin er 30. juni 2026. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.