Dekkari til Hans á Bakka
Vit søkja eftir einum fulltiknum dekkara til Hans á Bakka, sum fyri tað mesta siglir við fiski til virkið á Glyvrum.
Arbeiðið fevnir um vanligar dekkarauppgávur umframt uppgávur, sum hoyra til rakstur og viðlíkahald av skipinum. Matgerð til manningina og proviantering eisini ein partur av starvinum. Manningin telur seks mans.
Førleikar
Vangamynd
Vit vænta at tú ert nærlagdur/nærløgd og ábyrgdarfull/ur. Tú dugir at taka fatt, ert opin fyri at læra og trívist við fjølbroyttum uppgávum. Harumframt dugir og dámar tær at matgera.
Løn og setanartreytir
Arbeitt verður í tørnskipan 1:1, og útmynstringartíðarskeiðið er 3 vikur. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi felags sáttmála millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Sjómannadeild FF's. Vit bjóða góðar tryggingar.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarstjóra á tlf. 235050, ella við t-brævi til svkj@bakkafrost.com.
Umsókn
Søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 15. juni 2026. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey.