Starvslýsing stovnað
19-05-2026
Umsóknarfreist
16-06-2026

Bakkafrost søkir eftir summarferiuavloysarum til kryvjivirkið á Glyvrum

Bakkafrost søkir eftir summarferiuavloysarum til kryvjivirkið á Glyvrum

Arbeiðsøki

Vilt tú hava eitt virkið summarstarv, har tú verður partur av einum stórum arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum og skipaðum umstøðum?

Bakkafrost sóknast eftir arbeiðsfólki til kryvjivirkið á Glyvrum. Talan er um tíðaravmarkað summarstarv í tíðarskeiðinum í mai, juni, juli og august.

Arbeiðið fer fram í framleiðsluni á kryvjivirkinum. Tú fært upplæring í arbeiðinum og verður sett/ur inn í viðkomandi mannagongdir.

Tín vangamynd

Vit sóknast eftir tær, sum hevur hug at arbeiða og trívist í einum virknum arbeiðsumhvørvi.

Vit vænta, at tú:

  • ert álítandi og møtir væl upp
  • hevur góðan arbeiðshug
  • dugir at samstarva
  • ert jalig/ur og fyrikomandi
  • kanst samskifta á føroyskum og/ella enskum

Vit bjóða

Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og bjóða góðar starvsfólkatryggingar. Vit bjóða tær møguleikan at arbeiða á einum arbeiðsplássi við fittum og dugnaligum starvsfeløgum.

Løn og setanartreytir

Talan er um tímalønt starv. Arbeitt verður í skiftisvakt. Vit arbeiða inntil fiskurin er liðugt virkaður. 

Lønin er sambært galdandi sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag. Vit hava góða kantinu, og møguleiki er at vera við í eini matarskipan. 

Tað er eitt krav, at tú kann samskifta á føroyskum og/ella enskum.

Søk starvið

Um hetta hevur tín áhuga, kanst tú senda eina umsókn umvegis leinkjuna niðanfyri.


Aftur til listan