Starvslýsing stovnað
11-05-2026
Umsóknarfreist
01-06-2026

Bakkafrost sóknast eftir arbeiðsfólki við trukkkoyrikorti til avskiping á Glyvrum

Arbeiðsøki

Avskiping á Glyvrum er ein liður í virkseminum hjá Bakkafrost, sum er at framleiða hágóðskulaks til kundar okkara. Á Glyvrum hava vit kryvjivirki (Harvest) og góðskingarvirki (VAP) umframt høvuðsskrivsstovu. Tað eru umleið 450 starvsfólk, sum hava sína dagligu gongd á Glyvrum..

Tín vangamynd

Vit søknast eftir ágrýtnum og jaligum starvsfeløgum við góðum samstarvsevnum. Tað er krav, at tú hevur trukk-koyrikort. 

Vit leita eftir fólki til platting og avskiping.

Vit bjóða

Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og bjóða góðar starvsfólkatryggingar. Vit bjóða tær møguleikan at arbeiða á einum arbeiðsplássi við fittum og dugnaligum starvsfeløgum.

Løn og setanartreytir

Talan er um tímalønt starv. Arbeitt verður í skiftisvaktum. Vit arbeiða, til fiskurin er liðugt virkaður.

Lønin er sambært galdandi sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag. Vit hava góða kantinu, og møguleiki er at vera við í eini matarskipan 

Meira at vita

Vit ynskja at seta fólk í starvið sum skjótast. Tískil verða umsóknir viðgjørdar leypandi, so hvørt tær koma inn. Umsóknarfreistin er 01. Juni 2026. Um hetta hevur tín áhuga, kanst tú senda eina umsókn umvegis leinkjuna niðanfyri.


Aftur til listan