Starvslýsing stovnað
11-05-2026
Umsóknarfreist
25-05-2026

Motorkønur dekkari til "Bakkabrúgv"

Motorkønur dekkari til “Bakkabrúgv”

Vit søkja eftir motorkønum dekkara til tvíkiljuna “Bakkabrúgv”, sum vaskar nótir á alibrúkum okkara kring oyggjarnar. “Bakkabrúgv” er tvíkilja frá 2020, sum er umbygd til nótavask, og hevur fingið ísettar tveir ROV-nótavaskarar, sum verða koyrdir frá tveimum stýrisstólum á brúnni. Tvíkiljan er 137BT og hevur eina framtøkumegi á 602KW. Hon hevur tveir framdriftsmotorar og tveir generatorar, sum dríva pumpurnar til nótavaskararnar.

 

Vangamynd

·         Tú hevur royndir við at passa og viðlíkahalda maskinarí

·         Tú ert ikki bangin fyri at taka fatt, og ert væl skipað/ur

·         Tú ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar

·         Tú hevur galdandi heilsuprógv og trygarskeið

 

Løn og setanartreytir

Arbeitt verður í tørnskipan 1:1 og útmynstringartíðarskeiðið verður 2 vikur. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi felags sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarstjóra, á tel 23 50 50, ella við t-brævi til svkj@bakkafrost.com.

 

Umsókn

Søk starvið umvegis leinkjuna niðast í lýsingini.

 

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 25-05-2026. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey.

www.bakkafrost.com


Aftur til listan