Logistikkfólk til søludeildin
Ert tú ágrýtin, skipað/ur, og hevur áhuga fyri logistikki? So hava vit kanska rætta starvið til tín á Søludeildini!
Vit leita eftir einum nýggjum starvsfelaga til okkara logistikktoymið, sum tekur sær av øllum útflutningi úr Føroyum til kundar kring allan heimin.
Starvið
Søludeildin stendur fyri allari sølu í samtakinum, og uppgávurnar fevna breitt.
Á deildini arbeiða vit við logistikki, sølu, fakturering, ordrastýring og øðrum fjølbroyttum uppgávum. Á Søludeildini starvast fólk við staðseting í Føroyum, Skotlandi, USA og Fraklandi.
Uppgávurnar sum logistikkfólk eru fjølbroyttar og fevna um alt frá móttøku av ordrum til samskipan og uppfylging av leveringum. Uppgávurnar fevna millum annað um:
Harumframt verður tú partur av øðrum fyrifallandi arbeiði á søludeildini. Tú kemur at hava samband við nógv ymisk fólk innanhýsis og uttanhýsis, og til tíðir kann ferðin vera høg.
Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum at menna teg fakliga.
Talan er um fulltíðarstarv á 40 tímar, og starvsstaður er á Glyvrum.
Vangamynd
Tað er ikki krav til útbúgving, men tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan umsiting og flutning. Tú dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum, skandinaviskum og enskum.
Vit ímynda okkum, at tú arbeiðir skipað, hevur góð samskiftisevnir og klárar at loysa óvæntaðar avbjóðingar, sum kunnu stinga seg upp. Tú skalt trívast í einum gerandisdegi við høgari ferð. Til tíðir er arbeiðstrýstið stórt, og dagarnir kunnu vera langir, men so taka vit okkum at løttum aðrar tíðir. Stórur dentur verður lagdur á sosiala umhvørvið og góðan trivnaða.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru eftir avtalu.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Kristinu av Húsabrúgv, logistikkleiðara, á tel. 23 56 33, ella við telduposti til krhu@bakkafrost.com.
Umsókn
Søk starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri. Umsóknarfreistin er 1. juni 2026. Starvsbyrjan er eftir avtalu.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.