Starvslýsing stovnað
30-04-2026
Umsóknarfreist
24-05-2026

Maskinmeistari til Lívfiskastøðina við Áir

Á lívfiskastøðini arbeiða vit við at menna og kynsbøta føroysku laksastammuna og framleiða rogn til smoltstøðir hjá Bakkafrost. Virksemið er á lívfiskastøðunum við Áir, í Skopun, í Svínoy og á Húsum.

 

Arbeiðsøki

Sum maskinmeistari fert tú at starvast saman við einum toymi av fiskarøktarum og lívfrøðingum, sum ganga høgt uppí kynsbótaarbeiði og virka fyri at framleiða fyrsta floks rogn. Somuleiðis kanna vit eisini mótstøðuførið hjá føroyska laksinum mótvegis ymiskum sjúkum.

Uppgávan hjá tær verður at tryggja rakstur av allari tekniskari útgerð, sum stuðlar upp undir eina effektiva framleiðslu og hevur avgerandi týdning fyri virksemið á lívfiskastøðini. 

Uppgávurnar í starvinum eru m.a.:

  • Viðlíkahald av maskinum og tekniskum útbúnaði, herundir pumpur, motorar, køling o.a.
  • Arbeiða við Luft, Oxygen og UV-skipan
  • Skráseting og uppfylging í viðlíkahaldsskipan (OPUS)
  • Ymiskt fyrifallandi handverkaraarbeiði
  • Arbeiði við stýringum
  • Virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Arbeiðstaðurin er á lívfiskastøðini við Áirnar, men tú skalt vænta at arbeiða á lívfiskastøðini í Skopun av og á.

Talan er um fulltíðarstarv, sum er 40 tímar um vikuna. Vanliga arbeiðstíðin er frá kl. 8-16, men tilkall aftaná vanliga arbeiðstíð kann koma fyri.

 

Tín vangamynd

Tú hevur royndir og útbúgving sum maskinmeistari. Tú trívist við at taka sjálvstøðugar avgerðir og arbeiða við tekniskum loysnum. Tú ert fleksibul og kanst traðka til um okkurt óvæntað kemur fyri eftir arbeiðstíð. Tú hevur koyrikort og kanst skifta ímillum arbeiði á teimum ymisku lokatiónunum.

Tú verður maskinmeistari við Áir og í Skopun, men tú fert at samstarva við maskinfólkini við Áir, á Húsum, í Svínoy, umframt tekniskan leiðaran á Glyvrum.

 

Vit bjóða

Starvið sum maskinmeistari er eitt avbjóðandi og mennandi starv. Vit leggja stóran dent á at hava eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi og bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Maskinmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Meira at vita?

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jonhard Eysturskarð, leiðara á lívfiskastøðini, á tlf. 235828 og teldupost joey@bakkafrost.com ella við Unu Hansen, varaforkvinnu, á tlf. 235733 og unha@bakkafrost.com 

 

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Umsóknarfreistin er 24. mai 2026.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

 


Aftur til listan