Starvslýsing stovnað
29-04-2026
Umsóknarfreist
25-05-2026

Arbeiðsfólk til kassavirkið á Glyvrum

Starvið 

Á kassavirkinum framleiða vit flamingokassar og -lok til okkara egnu framleiðslu og til aðrar kundar. Sum arbeiðsfólk á virkinum skalt tú vera við til at tryggja, at framleiðslan koyrir væl, og at framleiddu kassarnir hava góða góðsku.  

 

Talan er um fast starv, og starvsstaðurin er á Glyvrum. Arbeitt verður í vaktum.  

 

Tín vangamynd 

Sum persónur ert tú væl skipaður og virkisfúsur. Tú hevur ein jaligan hugburð til uppgávurnar og tekur gjarna eitt eyka tak, tá ið tað stendur á. 
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur ketilpassaraskeið, koyrikort til trukk og/ella royndir at arbeiða við maskinum.
 

Vit bjóða 

Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv í eini dynamiskari fyritøku í menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar og eina frálíka kantinu.  
 

Løn og setanartreytir 

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. 
 

Meira at vita 

Vilt vita meira um starvið, ert vælkomin at seta teg í samband við Paula Poulsen, Formaður, á tlf. 23 50 66 ella við telduposti til papo@bakkafrost.com. 

 

Umsókn 

søkir starvið umvegis leinkjuna niðanfyri. 

 

Umsóknarfreistin 

Umsóknarfreistin er 15. november 2024. 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. 

 

Um Bakkafrost 

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum í Føroyum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. 


Aftur til listan