Starvslýsing stovnað
08-04-2026
Umsóknarfreist
22-04-2026

Framleiðslufólk til Havsbrún

Framleiðslufólk til lýsiframleiðsluna á Havsbrún

Leitar tú eftir nýggjum avbjóðingum og einum góðum arbeiðsplássi? So er tað kanska tær vit leita eftir. Vit søkja eftir framleiðslufólki til laksamjølvirkið á Havsbrún.

Havsbrún er eitt altjóða viðurkent virkið við trimum framleiðsludeildum: Mjøldeildin, ið framleiðir fiskamjøl og lýsi. Fóðurdeildin, ið framleiðir fóður til laks. Laksamjølvirkið, ið framleiðir mjøl og lýsi burturúr laksainnvøli.

 

Arbeiðsøki

Arbeiðið á laksamjølvirkinum fevnir um:

·         Framleiðslu

·         Viðlíkahald og reinhald av útgerð og virki

·         Reinsa lýsi

·         Annað fyrifallandi arbeiði

Tað er sera týdningarmikið, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt. Roknast kann við skiftandi arbeiðstíðum, vanliga verður arbeitt í dagvaktum og kvøldvaktum.

 

Tín vangamynd

Sum persónur ert tú væl skipað/ur og tekur við ábyrgd. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur eitt ávíst maskintekniskt innlit, umframt grundleggjandi telduførleikar. Harumframt ert tú røsk/raskur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar.

 

Vit bjóða

Vit bjóða eitt fjølbroytt og støðugt starv í eini dynamiskari fyritøku í menning.  Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

 

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Frank Poulsen, framleiðsluleiðara, tlf. 744770, fhp@havsbrun.fo 

 

Umsókn

Umsóknarfreistin er 22. apríl 2026.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin "Søk starvið" niðanfyri.


Aftur til listan