Stýrimaður til “Martin”
Vit søkja eftir stýrimanni til “Martin”, ein av okkara brunnbátum. Skipið flytir smolt frá smoltstøðum til alibrúk kring oyggjarnar í tøttum samstarvi við leiðsluna á landi og alarar, og er ein týðandi partur av virkseminum hjá Bakkafrost. “Martin” er 2466 BT og manningin telur 10.
Tú hevur galdandi:
- Vinnubræv sum skipsførari (II/2)
- GMDSS-vinnubræv
- Trygdarskeið og heilsuprógv
- Skeið í eldsløkking og sløkkileiðslu
- Onnur viðkomandi skeið fyri brúgvayvirmenn
Vangamynd
Tú lýkur omanfyri nevndu krøv og hevur royndir sum navigatørur. Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur. Tú ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til arbeiði. Brúgvayvirmennirnir umborð á “Martin” hava nógv samskifti við starvsfelagar uttanfyri skipið, og tí er tað týdningarmikið, at tú hevur góð samstarvsevni. Eisini er tú ert áhugaður at arbeiða við djórum og djóravælferð.
Vit bjóða
Talan er um eitt spennandi og fjølbroytt starv umborð á einum skipi, har dentur verður lagdur á ein tryggan og væl skipaðan rakstur. Tú verður partur av eini royndari manning, sum arbeiðir tætt saman við bæði starvsfeløgum umborð og á landi.
Vit bjóða góðar starvsfólkatryggingar.
Løn og setanartreytir
Arbeitt verður í tørnskipan 1:1 (3 vikur úti og 3 vikur heima). Løn og setanartreytir eru sambært felags sáttmála millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya Skipara- og Navigatørfelag.
Meira at vita
Ynskir tú at vita meir um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarstjóra, á tel 23 50 50, ella við t-brævi til svkj@bakkafrost.com.
Umsókn
Søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er mánadagin 13. apríl 2026.
Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey.