Hevur tú áhuga fyri laksaaling og dátugreining?
Vit leita eftir einum ágrýtnum lívfrøðingi til okkara QESH deild. Í starvinum sum lívfrøðingur fert tú at arbeiða við dátugreining, fakligari ráðgeving og menning av arbeiðsháttum, sum stuðla undir eina burðadygga og effektiva framleiðslu.
Sum partur av QESH toyminum fert tú at arbeiða í markamótinum millum dátur og praktiskan rakstur. Tú fert bæði at greina og menna dátugrundarlag, og samstundis tryggja, at átøk og mannagongdir verða rætt sett í verk úti á økjunum í tøttum samstarvið við starvsfelagar í QESH.
QESH deildin samstarvar við allar deildir í Bakkafrost samtakinum og miðar eftir at veita holla ráðgeving og dygdarloysnir til allar partar í samtakinum. Okkara fremsta uppgáva er at ráðgeva innan fiskaheilsu, fiskavælferð, góðsku, umhvørvi, matvørutrygd og starvsfólkatrygd.
Sum lívfrøðingur hjá Bakkafrost fært tú ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag saman við nógvum ymiskum starvsfeløgum. Starvsfelagar í deildini eru millum annað lívfrøðingar, djóralæknar, umhvørvisserfrøðingar, góðskuleiðarar og løgfrøðingur. Bakkafrost hevur deildir í Danmark, USA og Skotlandi og harvið fært tú eisini starvsfelagar í QESH deildum í hesum londum.
Starvið
Sum lívfrøðingur hjá Bakkafrost fert tú at hava ein virknan leiklut í at menna og effektivisera arbeiði við fiskaheilsudátum og lívfrøðiligum metingum.
Uppgávurnar í starvinum fevna millum annað um at:
· Arbeiða við og menna dátugrundarlag innan fiskaheilsu – serliga í samband við lús
· Gera dátu greiningar og fyrireika frágreiðingar
· Effektivisera og menna mannagongdir fyri dátusavn- og viðgerð
· Fara út á aliøkir at fylgja upp og tryggja, at mannagongdir og átøk verða sett í verk
· Meta um og ráðgeva í samband við fiskaheilsu og djóravælferð
Starvsstaðurin er á Glyvrum, men tú fert at vera nógv úti á økjunum hjá Bakkafrost, ið eru kring alt landið.
Tín vangamynd
· Tú ert lívfrøðingur, fiskaheilsulívfrøðingur, løggildur djóralækni ella líknandi viðkomandi útbúgving
· Tú brennur fyri djóravælferð og fyri dátugreining og dámar at arbeiða skipað við tølum og lívfrøðiligum dátum
· Tú trívist bæði við skrivstovuarbeiði og praktiskum arbeiði úti á økjum
· Sum persónur ert tú væl skipað/ur, virkisfús/ur og ábyrgdarfull/ur. Tú hevur góð samstarvsevni og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum.
· Tað er eitt krav, at tú hevur koyrikort.
Vit bjóða
Hjá Bakkafrost raðfesta vit eitt gott arbeiðsumhvørvi og starvsfólkatrivnað. Í starvinum er góður møguleiki fyri fakligari og persónligari menning. Tú fært góða upplæring frá starvsfelagum í veterinera og lívfrøðiliga toyminum, sum altíð eru klár at hjálpa og ráðgeva, um tørvur er á tí.
Løn og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv, sum er 40 tímar um vikuna. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Annu Johansen, QESH stjóra á tel. 23 50 20, ella við telduposti til anjo@bakkafrost.com.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Starvið verður sett sum skjótast. Umsóknarfreistin er tann 26. apríl 2026. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.