Starvslýsing stovnað
22-03-2026
Umsóknarfreist
06-04-2026

Goymslufólk við umsitingarligum førleikum

Vit sóknast eftir einum tænastusinnaðum starvsfelaga til Innkeypsdeildina hjá Bakkafrost. Talan er um eitt starv, har tú fert at arbeiða við goymslustýring, flutningi og innkeypi. Tú verður ein virkin partur av dagliga virkseminum á goymsluni og fert at hava ein týðandi leiklut í at tryggja, at vørur og útgerð koma fram á rætt stað til rætta tíð. Tú fert at koyra út til tær ymisku lokatiónirnar hjá felagnum og samstarva við nógv ymisk starvsfólk. Eisini fert tú ein part av tíðini at vera á kontórinum og hjálpa innkeyparunum við umsitingarligum uppgávum.

Starvstaðurin er á Glyvrum, men tú fert eisini at arbeiða á goymslunum, sum eru í Kambsdali, Søldarfirði og á Toftum og koyra vøru út til økir hjá Bakkafrost kring landið.

Á innkeypsdeildini starvast 6 fólk: 3 goymslufólk, 2 innkeyparar og innkeypsleiðarin. Vit eru ein lítil og samansjóðað deild, har samstarv, fleksibilitetur og felags ábyrgdarkensla eru ein natúrligur partur av gerandisdegnum.

Arbeiðsøki

Starvið er býtt millum goymsluarbeiði og umsitingarligar uppgávur (uml. 70% goymsla/flutningur og 30% umsiting á kontórinum).

Innan goymslu og flutning fert tú m.a. at:

  • hava ábyrgd av dagligari goymslustýring
  • koyra og lata vørur út til deildir og framleiðsluøkir hjá Bakkafrost
  • taka ímóti og skráseta vørur í skipan felagsins
  • gera goymsluteljingar og tryggja rætt yvirlit
  • loysa aðrar uppgávur í samráð við innkeypsleiðaran

Á kontórinum fert tú m.a. at:

  • tryggja skráseting og uppfylging í telduskipanum
  • vera við til at skapa yvirlit og innlit í innkeypi og goymslu
  • hava samskifti við veitarar innanlands og uttanlands

Tú fert at vísa til innkeypsleiðaran og verður partur av Innkeypsdeildini.

Tín vangamynd

Tú ert væl skipað/ur, arbeiðir sjálvstøðugt og megnar at loysa fleiri uppgávur samstundis. Tú trívist við einum fjølbroyttum arbeiðsdegi, har tú skiftir millum skrivstovu og praktiskt arbeiði. Tað er sera týdningarmikið at tú ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta við starvsfelagar og veitarar.

Vanlig arbeiðstíð er 40 tíma vika – til tíðir kann vera neyðugt at arbeiða uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Vit vænta, at tú:

  • hevur koyrikort til lastbil
  • hevur royndir innan goymslustýring og/ella innkeyp
  • hevur KT-førleikar á brúkarastøði (vit brúka Navision)
  • ert fleksibul og til tíðir kanst traðka til uttanfyri vanliga arbeiðstíð
  • dugir føroyskt, danskt og enskt

Vit bjóða

Eitt spennandi og mennandi starv við fjølbroyttum uppgávum og góðum starvsfeløgum. Tú fært ein týðandi leiklut í at tryggja ein smidligan og vælvirkandi streym av vørum, umframt eitt vælskipað innkeyp í samtakinum.

Vit leggja stóran dent á at hava eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi og bjóða góðar starvsfólkatryggingar. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu og førleikum.

Meira at vita?

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kára Kallsberg, innkeypsleiðara, á tel. 23 51 17, ella við t-brævi til kaka@bakkafrost.com

Umsókn

Umsóknarfreistin er 6. apríl. Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Starvið verður sett skjótast tilber, og allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um okkum

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum og hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Harumframt hevur Bakkafrost virksemi í Skotlandi, USA, Danmark og Fraklandi.


Aftur til listan