Maskinfólk til lívfiskastøðina í Svínoy
Vit byrja okkara virksemi á lívfiskastøðini í Svínoy í næstum og søkja tí eftir maskinfólki at arbeiða í vaktarskipan.
Á lívfiskastøðunum arbeiða vit við at menna og kynsbøta føroysku laksastammuna og framleiða rogn til smoltstøðirnar hjá Bakkafrost. Virksemið fevnir um støðirnar í Svínoy, við Áir, í Skopun og á Húsum.
Arbeiðsøki
Uppgávurnar í starvinum sum maskinfólk eru:
Arbeitt verður í vaktarskipan, sum er skipa við 2 vaktarvikum og 2 frívikum. Maskinfólki býr á støðini í vaktarvikunum.
Tín vangamynd
Tú ert útlærd/ur maskinsmiður, eletrikkari, køliteknikari ella kølimontør. Tú trívist við at taka sjálvstøðugar avgerðir og arbeiða við tekniskum loysnum.
Vit bjóða
Starvið sum maskinfólk er eitt avbjóðandi og mennandi starv. Vit leggja stóran dent á at hava eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi og bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Meira at vita?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jonhard Eysturskarð, leiðara á lívfiskastøðini, á tel. 23 58 28, ella við telduposti til joey@bakkafrost.com ella Unu Hansen, varaforkvinnu, á tel. 23 57 33, ella við telduposti til unha@bakkafrost.com
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Umsóknarfreistin er 12. apríl 2026. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.knir verða viðgjørdar í trúnaði.