Starvslýsing stovnað
11-02-2026
Umsóknarfreist
02-03-2026

Dekkari til "Martin"

Dekkari til Martin

Hevur tú hug at arbeiða í einum góðum arbeiðsumhvørvi á sjónum? Vit søkja eftir einum dekkara til Martin, sum siglir við smolti til okkara alibrúk kring oyggjarnar. Sum dekkari verður tú partur av dagliga arbeiðinum umborð og luttekur í teimum ymisku uppgávunum, sum hoyra til raksturin av skipinum.

 

Førleikar

  • Trygdarskeið
  • Heilsuprógv

 

Vangamynd
Tú ert nærlagdur/nærløgd og dugir at taka fatt. Tú ert opin fyri at læra og tekur ábyrgd. Royndir á sjónum kunnu vera ein fyrimunur, men ikki eitt krav – tú fært góða upplæring umborð.

 

Løn og setanartreytir

Arbeitt verður í tørnskipan 1:1, og útmynstringartíðarskeiðið er 3 vikur. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi felags sáttmála millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Sjómannadeild FF's.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Jonni D. Hansen, manningarleiðara, á tel 23 56 16, ella við t-brævi til jodh@bakkafrost.com.

 

Umsókn

Søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri.

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 2. mars 2026. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um Martin

Martin er eitt av 9 tænastuskipum hjá Bakkafrost. Tænastuskipini hava ymiskar arbeiðsuppgávur, m.a. at sigla við smolti og tøkufiski, vaska nótir, avlúsa, og veita aðrar tænastur til alibrúkini í Føroyum og Skotlandi. Manningin umborð á Martin telur 10 mans, harav 5 eru dekkarar.

www.bakkafrost.com


Aftur til listan