Starvslýsing stovnað
17-12-2025
Umsóknarfreist
11-01-2026

Havsbrún søkir eftir framleiðslufólki

Havsbrún søkir eftir framleiðslufólki

Leitar tú eftir nýggjum avbjóðingum og einum góðum arbeiðsplássi? So er hetta kanska eitt starv fyri teg. Vegna økt virksemi søkja vit eftir framleiðslufólki til fóðurdeildina á Havsbrún at byrja skjótast tilber.

 

Arbeiðsøki

Sum framleiðslufólk á fóðurdeildini, ert tú partur av einum toymi, sum framleiðir fóður. Fóðurframleiðslan er í gongd alt samdøgnið, og arbeitt verður í skiftandi vaktum. Arbeiðsuppgávurnar sum framleiðslufólk eru m.a.:

·                 fóðurframleiðsla

·                 viðlíkahald og reinhald av útgerð og framleiðsluøki

·                 aðrar fyrifallandi uppgávur

 

Tín vangamynd

Vit vænta ert tú væl skipað/ur, tekur við ábyrgd og hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. Vit vænta, at tú hevur grundleggjandi telduførleikar. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur handverksligar førleikar við motorum og royndir við smiðjuarbeiði.

 

Vit bjóða

Vit bjóða eitt fjølbroytt og støðugt starv í eini fyritøku í menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

 

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Mouritz L. Mohr, framleiðsluleiðara, tlf. 22 53 75, mlm@havsbrun.fo 

 

Umsókn

Vit ynskja at seta fólk í starvið sum skjótast. Tískil verða umsóknir viðgjørdar leypandi, so hvørt tær koma inn. Umsóknarfreistin er 11. januar. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin "Søk starvið" niðanfyri.

 

 


Aftur til listan