Havsbrún søkir eftir fólki til avsekking
Leitar tú eftir nýggjum avbjóðingum og einum góðum arbeiðsplássi? So er hetta kanska eitt starv fyri teg. Vegna økt virksemi søkja vit eftir framleiðslufólki til fóðurdeildina á Havsbrún at byrja skjótast tilber.
Arbeiðsøki
Sum avsekkjarafólk á Fóðurdeildini ert tú partur av einum nærløgdum toymi við drúgvum royndum. Fóðurframleiðslan er í gongd alt samdøgrið, og arbeitt verður í skiftandi vaktum.
Arbeiðsuppgávurnar sum avsekkjari eru:
· at tryggja at fóðurvørurnar verða pakkaðar og koyrdar út á liðugtvørugoymsluna
· at útflýggja fóður til kundar
· at fáa inngangandi fóðurrávørur á rávørugoymslu
· at hjálpa til við viðlíkahaldi og reinhaldi av útgerð og virki
· annað fyrifallandi arbeiði
Stórur partur av arbeiðsuppgávunum er knýtt at koyring við trukki.
Tín vangamynd
Vit vænta ert tú væl skipað/ur, tekur við ábyrgd og hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. Vit vænta, at tú hevur grundleggjandi telduførleikar.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og støðugt starv í eini fyritøku í menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Mouritz L. Mohr, framleiðsluleiðara, tlf. 22 53 75, mlm@havsbrun.fo
Umsókn
Vit ynskja at seta fólk í starvið sum skjótast. Tískil verða umsóknir viðgjørdar leypandi, so hvørt tær koma inn. Umsóknarfreistin er 11. januar. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin "Søk starvið" niðanfyri.