Starvslýsing stovnað
12-12-2025
Umsóknarfreist
04-01-2026

Bakkafrost søkir eftir móttøkufólki

Bakkafrost søkir eftir móttøkufólki

Trívist tú við skiftandi arbeiðstíðum og fjølbroyttum uppgávum? So hava vit eitt spennandi starv til tín.

 

Starvið 

Sum móttøkufólk verður tú fyrsta andlitið og røddin, sum starvsfólk, kundar og onnur vitjandi møta.

Móttøkan er opin alt samdøgrið og arbeiðsuppgávurnar eru sera fjølbroyttar. Tínar uppgávur verða m.a.: 

  • Taka ímóti starvsfólki, vitjandi og veitarum 
  • Taka ímóti og víðaristilla telefonir 
  • Umsita lyklar og atgongd til bygningin 
  • Avgreiða post – fysiskan og elektroniskan 
  • Kontantsøla av ymiskum laksavørum 
  • Vera bakvakt til alarmskipan hjá smoltstøðunum
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur 

Starvsstaðurin er á Glyvrum og arbeiðstíðirnar eru skiftandi. Arbeiðstíðin er í miðal 33 tímar um vikuna.

 

Tín vangamynd

Vit søkja eftir einum persóni við viðkomandi fakligum og persónligum førleikum til at starvast í móttøkuni og sum brennir fyri at veita eina góða tænastu. Vit ímynda okkum, at: 

  • Tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at samskifta á føroyskum og enskum 
  • Tú megnar væl umskiftiligar uppgávur og varðveitir altíð eitt høgt tænastustøði 
  • Tú hevur góðar telduførleikar og dugir væl at seta teg inn í nýggjar KT skipanir 
  • Tú ert støðug/ur og møtir væl upp 

Útbúgving er ikki eitt krav, men viðkomandi royndir og/ella útbúgving innan móttøku ella fyrisiting eru ein fyrimunur.

 

Løn og setanartreytir

Løn er sambært sáttmála hjá Samverk. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Anniku Vestergaard, móttøkuleiðara á tel. 23 56 24 ella teldupost: anve@bakkafrost.com 

 

Umsókn

 

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin "Søk starvið" niðanfyri. Umsóknarfreistin er 4. januar 2026.


Aftur til listan