Sum skrivstovulærlingur hjá Bakkafrost fært tú eina fjølbroytta útbúgving á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi - tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða.
Umframt skúlagongd kemur lærutíðin at snúgva seg um arbeiðsuppgávur á HR- og fíggjardeildini, har tú fært kunnleika til m.a. lønarumsiting, fyrisiting, bókhald og starvsfólkaumsiting sum heild.
Tín vangamynd
Vit vænta, at tú ert íðin, tænastusinnað/-ur og hevur ein jaligan hugburð. Tær dámar væl at seta teg inn í fleiri ymisk arbeiðsøki og trívist við fyrisitingarligum uppgávum. Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at:
- Vit vísa virðing fyri hvørjum øðrum og umhvørvinum
- Vit eru errin av okkara uppruna, har siðvenja møtir framburði og alir burðardygga menning
- Vit eru íðin og hava álit á, at felags ídni skapar framgongd
Ynskiligt er, at tú hevur Búskaparbreyt. Lærutíðin er 2 ár.
Vit bjóða
Í lærutíðini verður tú partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Tú fært starvsfelagar, sum stuðla og vegleiða, so tín lærutíð verður lærurík og áhugaverd. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.
Lønar- og setanartreytir
Starvsøkið verður Bakkafrost samtakið. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum hjá Samverk. Starvssetanin verður pr. 1. januar 2026.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Unu Dalsgaard, HR umsitara, á tel. 23 58 45 ella við t-brævi til unda@bakkafrost.com
Umsókn
Tú søkir starvið umvegis "Søk starvið"-knøttin niðanfyri. Umsóknarfreistin er mánadagin 16. november 2025.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 960 fulltíðar starvsfólk.