Starvslýsing stovnað
20-10-2025
Umsóknarfreist
09-11-2025

Maskinfólk til smoltstøðina á Viðareiði

 

 

Dámar tær tekniskar avbjóðingar og at arbeiða við stýringum, tekniskum útbúnaði og vanligum maskinarbeiði, sum er við til at tryggja djóravælferðina hjá okkara fiski, so ert tú kanska tann, sum vit leita eftir til tekniska toymið á smoltstøðini á Viðareiði.

Á smoltstøðini á Viðareiði starvast fiskarøktarar, smoltmennari, maskinfólk og hjálparfólk, 19 starvsfólk í alt.

 

Arbeiðsøki

Sum maskinfólk fert tú at starvast í einum toymi, sum virkar fyri at ala fyrsta floks laksasmolt, sum verður sett út í sjógvalingina hjá Bakkafrost. Tú fært góða upplæring í starvinum og fert at røkja fylgjandi uppgávur:

  • Viðlíkahald av maskinum og tekniskum útbúnaði, herundir pumpur, motorar, o.a.
  • Arbeiða við Luft, Oxygen og UV-skipan
  • Skráseting og uppfylging í viðlíkahaldsskipan (OPUS)
  • Ymiskt fyrifallandi handverkaraarbeiði
  • Virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Tú fert at fáast við alt vanligt maskinarbeiði, sum m.a. fevnir um eftirlit, viðlíkahald, dagføring og umvæling.

Talan er um fulltíðar starv. Tú verður partur av vaktarskipan, sum inniber tvær vikur har arbeitt verður frá kl. 8-16, eina vaktarviku har arbeitt verður frá 8-16 vanligar gerandisdagar við tilkalli eftir arbeiðstíð og í vikuskiftinum og eina fríviku. Tá tú hevur tilkallivakt, skalt tú kunna koma á støðina innanfyri 20 min.

 

Tín vangamynd

Fyri at trívast í starvinum mást tú hava áhuga fyri at skrúva og finna mekaniskar/tekniskar feilir og loysnir. Vit vænta, at tú ert útbúgvin maskinmeistari, elektrikari, smiðjur, maskinistur ella líknandi og hevur áhuga fyri at tryggja bestu umstøður til livandi fisk.

 

Vit bjóða

Starvið sum maskinfólk er eitt avbjóðandi og mennandi starv í einum dynamiskum umhvørvi. Vit leggja stóran dent á at hava eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi og bjóða góðar starvsfólkatryggingar. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Maskinmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Meira at vita?

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Thorstein Vang, leiðandi maskinmeistara, á tel. 23 52 37, t-post thva@bakkafrost.com ella Sigurð Jacobsen, formann, á tel. 23 50 88, t-post sija@bakkafrost.com

 

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Starvið verður sett sum skjótast. Umsóknarfreistin er sunnukvøldið tann 9. novembur 2025.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Bakkafrost  hevur lívfiskastøðir í Skopun, við Áir og á Húsum. Á lívfiskastøðunum menna og kynsbøta vit føroysku laksastammuna og framleiða rogn til smoltstøðirnar. Á smoltstøðunum framleiða vit laksasmolt frá rogni til fiskurin er klárur at koyra út á sjógv. Smoltstøðirnar eru á Viðareiði, Norðtoftum, Glyvradali, Strond, Gjógv og ein smoltstøð er í gerð í Skálavík. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey.


Aftur til listan