Starvslýsing stovnað
20-10-2025
Umsóknarfreist
09-11-2025

Støðleiðari til FarCargo

Støðleiðari til FarCargo

Vit leita eftir einum sjálvstøðugum og ágrýtnum flogteknikara ella handverkara innan aðra vinnugrein at byrja sum støðleiðari til heimstøðina hjá FarCargo.

FarCargo er føroyskt flogfarmafelag, har vit flúgva dagliga úr Føroyum til Belgia og til Írland við okkara flogfarið Boeing 757-223PCF, Eysturoy. Heimstøðin hjá FarCargo er á flogvøllinum í Vágunum, FAE, har dagligt viðlíkahald verður gjørt.

Dagliga viðlíkahaldið verður gjørt undir EASA-góðkenningini hjá felagnum Aeroservice ApS (EASA.DK.145.0109). Støðleiðarin verður partur av viðlíkahaldstoyminum, har arbeiðið er skipað eftir mannagongdum og loyvum hjá Aeroservice. 

 

Starvið

Sum støðleiðari kemur tú at hava ábyrgd av dagliga rakstrinum á heimstøðini hjá FarCargo.

Uppgávurnar í arbeiðinum umfata millum annað:

-        Samskipa dagliga virksemi á heimstøðini hjá FarCargo.

-        Ábyrgd av at røkta heimstøðina, amboð og útgerð.

-        Dagligt viðlíkahald av flogfarinum undir steðgi á FAE.

-        Feilsøking og -rætting.

-        Stuðul og umsjónarfólk vegna FarCargo undir handlingini av flogfarinum.

 

Tað kann verða neyðugt at ferðast við flogfarinum sum "flying-spanner", umframt at arbeiða á øðrum støðum eftir tørvi og nærri avtalu.

 

Førleikakrøv

Umsøkjarin skal hava handverkaraútbúgving, tað er tó ein fyrimunur um umsøkjarin er útbúgvin flogteknikari við einum EASA Pt. 66 AML í kategori B1.
Vit bjóða møguleika fyri at lesa til flogmekanikara, og/ella taka typerating til B757. Hetta kann vera staðbundin undirvísing uttanfyri Føroyar, talgildur sjálvlestur, ella ein blanding av báðum. Umsøkjarin skal hava bústað í Føroyum ella flyta til Føroyar við starvssetan.

 

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.  

 

Meira at vita

Um tú vilt vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Andrew Djurhuus, tekniska leiðara, á tel. 22 21 81 ella við telduposti til hajc@bakkafrost.com 

 

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 9. novembur 2025.

 

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

 


Aftur til listan