Starvslýsing stovnað
16-10-2025
Umsóknarfreist
03-11-2025

Stýrimaður og maskinmeistari til Vesthav

Stýrimaður og maskinmeistari til “M/S Vesthav”

Vit koma at mangla stýrimann og maskinmeistara til “Vesthav”, so nú er møguleiki at fáa kjans. “Vesthav” er brunnbátur, sum fyri tað mesta siglir við tøkufiski til kryvjivirkið í Vági. Hann er 479 BT og 783 kW til støddar.

 

Førleikakrøv til stýrimannin:

-          Vinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi við handilsskipum ella hægri

-          Prógv í eldsløkking og sløkkileiðslu

-          Heilsuprógv & Trygdarskeið

 

Førleikakrøv til maskinmeistaran:

-          Vinnubræv sum skipsmaskinistur á 2. stigi ella hægri

-          Prógv í eldsløkking og sløkkileiðslu

-          Heilsuprógv & Trygdarskeið

 

Vangamynd

Tú hevur viðkomandi útbúgving og førleikar, umframt sjóvinnubræv, ið lýkur nevndu treytir. Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur nakað av kunnleika til aling og royndir frá rakstri av brunnbáti. Tú ert áhugaður at arbeiða við djórum og djóravælferð.

Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Eisini leggur tú stóran dent á gott samskifti innanhýsis og uttanhýsis.

 

Vit bjóða

Talan er um áhugavert starv í eini fyritøku, sum er í støðugari menning. Vit kappast á altjóða marknaðum, har áhaldandi menning og innovatión eru lykilin til at standa seg í kappingini um kundarnar. Talan er um starv við stórum avbjóðingum og stórum denti á menning, uppfylging og effektivisering.

 

Løn og setanartreytir

Arbeitt verður í tørnskipan 1:1 og útmynstringartíðarskeiðið verður 2 vikur. Løn og setanartreytir eru sambært felags sáttmála millum avvarandi fakfelag og Maskinmeistarafelagið.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarleiðara, á tel 23 50 50, ella við t-brævi til svkj@bakkafrost.com.

 

Umsókn

Søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri.

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er mánadagin 3. november 2025. Umsóknirnar verða viðgjørdar, so hvørt sum tær koma inn, og størvini verða sett skjótast gjørligt.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey.

 

www.bakkafrost.com


Aftur til listan