Starvslýsing stovnað
25-09-2025
Umsóknarfreist
15-10-2025

Góðskuleiðari til Munkebo Seafood

 

Góðskuleiðari til Munkebo Seafood

Brennur tú fyri matvørutrygd og góðskustýring? Bakkafrost søkir eftir einum ágrýtnum og fakliga sterkum góðskuleiðara til okkara virkið í Munkebo, Danmark. Tú fært ein lyklaleiklut í at tryggja og menna góðsku-, umhvørvis- og arbeiðsumhvørvisstandardir (QESH) í tráð við myndugleikakrøv og innanhýsis standardir hjá Bakkafrost. Starvsstaðið er í Munkebo, Danmark. 

 

Starvið

Starvsstaðið er í Munkebo, Danmark. Á virkinum har framleiða vit ymiskar niðursjóðaðar hágóðsku laksa- og sjógætisvørur við fleiri altjóða loyvisgóðkenningum, t.d. IFS, GlobalGAP og ASC.

Sum góðskuleiðari fært tú høvuðsábyrgdina av góðskustýringarskipanini (QMS), matartrygdini og góðkenningum, umframt umhvørvis- og arbeiðsumhvørvisátøkum á virkinum í Munkebo.

Tú verður partur av okkara QESH-samstarvi og kemur at arbeiða tætt saman við dugnaligum starvsfólkum í samtakinum.

Starvið er eitt týdningarmikið bindilið millum staðbundnu framleiðsluna og QESH. Sum góðskuleiðari skalt tú tryggja samanhang í dátufrágreiðingum og felags standardum.

 

Arbeiðsuppgávur

Starvið er fjølbroytt og avbjóðandi við góðum møguleikum fyri bæði fakligari og persónligari menning. Sum góðskuleiðari hevur tú sjálvstøðuga ábyrgd av samlaðu góðskustýringarskipanini og matvørutrygdini, umframt umhvørvi og arbeiðsumhvørvi.

Tínar høvuðsuppgávur verða millum annað at:

  • Leiða og menna góðskustýringarskipanina (QMS) í samsvari við galdandi lóggávu og standardum.
  • Orða og leggja fram endurskoðanina av góðskuskipanini.
  • Tryggja rætta innleiðslu og viðlíkahald av HACCP-skipanini.
  • Røkja og viðlíkahalda góðskustýringarskipanina í samsvari við IFS, HACCP og galdandi lóggávu.
  • Orða og fylgja skoðanarætlanum og fremja innanhýsis og uttanhýsis skoðan við uppfylging av frávikum.
  • Røkja samskifti við myndugleikar, góðkenningarmannagongdir og skjalfesting.
  • Gera dátugreiningar, fylgja upp á KPI-mál og leggja úrslit fram fyri leiðsluna.
  • Samstarva um strategi og innleiðslu við QESH í samtakinum .

 

Tín vangamynd

Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving og bakgrund innan matvøruøkið, t.d. innan matvørutøkni, biotøkni, prosesstøkni ella líknandi.

Fyrimunur er, um tú hevur:

  • Royndir við góðskuleiðslu í matvøruvinnuni.
  • Gjøllan kunnleika til HACCP, matvørustandardir og skjalfesting.
  • Royndir við góðskustýringarskipanum og góðar KT-førleikar.

Sum persónur ert tú væl skipað/ur, greiningarsinnað/ur og nágreinilig/ur. Tú ert framsøkin og avgjørd/ur við samskiftisførleikum á øllum stigum. Tú arbeiðir skipað og hevur eina praktiska (hands-on) tilgongd til góðskuarbeiðið. Tú trívist við at vera sjónlig/ur í framleiðsluni og dugir at motivera starvsfólk til at fylgja góðskumannagongdum.

Tú dugir danskt og enskt flótandi, bæði í skrift og talu.

Tað er týdningarmikið, at tíni virðir samsvara við okkara grundvirðir: Vit vísa virðing fyri hvørjum øðrum, vit eru errin av okkara uppruna, har siðvenja møtir framburði og alir burðadygga menning og vit eru íðin og hava álit á, at felags ídni skapar framgongd.

 

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir verða ásettar eftir royndum og førleikum. Talan er um fulltíðarstarv.

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 15.10.2025.

 

Umsókn

Søk umvegis leinkjuna niðanfyri.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Group QESH Director Anna Johansen, teldupost: anjo@bakkafrost.com ella +298 235020.
Hevur tú spurningar um Munkebo Seafood sum felag, ert tú vælkomin at seta teg í samband við General Manager Michael Karlsen á +45 20443777 ella telduposti mk@munkeboseafood.dk.

 

Um Bakkafrost og Munkebo Seafood

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Harumframt hevur Bakkafrost virksemi í Skotlandi, USA, Danmark og Fraklandi. Við umleið 45 ársverkum í Munkebo í Danmark framleiða vit ymiskar niðursjóðaðar laksa- og sjógætisvørur av høgari góðsku við fleiri altjóða loyvisgóðkenningum.

 

 

 


Aftur til listan