Starvslýsing stovnað
09-09-2025
Umsóknarfreist
22-09-2025

Meistarar til Bakkanes og Hans á Bakka

Meistarar til ”Bakkanes” og ”Hans á Bakka”

Kundi tú hugsað tær eitt starv umborð á einum av skipunum hjá Bakkafrost, so er kjansurin her. Vit søkja eftir meistarum til ”Bakkanes”, sum m.a. siglir við smolti í Skotlandi, og ”Hans á Bakka”, sum siglir við fiski til virkið á Glyvrum.

 

Førleikakrøv:

·         Sjóvinnubræv sum skipsmaskinstjóri (Bakkanes, 4.800 KW)

·         Sjóvinnubræv sum skipsmaskinistur á 2. stigi ella hægri (Hans á Bakka, 2998 KW)

·         Skeið í eldsløkking og sløkkileiðslu

·         Trygdarskeið

·         Bátaførari

·         Heilsuprógv

 

Vangamynd

Tú lýkur førleikakrøvini, og royndir frá alivinnuni kunnu vera ein fyrimunur. Sum persónur ert tú væl skipað/ur og ikki bangin fyri at taka fatt. Tú ert ábyrgdarfull/ur og vísir ein positivan hugburð til uppgávurnar, og trívist við at arbeiða sjálvstøðugt.

 

Løn og setanartreytir

Arbeitt verður í tørnskipan 1:1 og útmynstringartíðarskeiðið er 5 vikur við Bakkanes og 3 vikur við Hans á Bakka.

Løn og setanartreytir eru sambært galdandi felags sáttmála millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Maskinmeistarafelagið.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um størvini, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarleiðara, á tel 23 50 50, ella við t-brævi til svkj@bakkafrost.com.

 

Umsókn

Søk starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er mánadagin 22. september 2025. Umsóknirnar verða viðgjørdar, so hvørt sum tær koma inn, og størvini verða sett skjótast gjørligt.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey.

www.bakkafrost.com


Aftur til listan