Starvslýsing stovnað
19-03-2026
Umsóknarfreist
19-04-2026

Góðskueftirlit til virkið á Glyvrum

Hevur tú eyga fyri detaljum, ert tú væl skipað/ur og dámar tær at arbeiða miðvíst við matvørutrygd, fiskavælferð og reinføri? So ert tú kanska tann, ið vit leita eftir.

Vit leita eftir einum ágrýtnum og ábyrgdarfullum góðskueftirliti at verða partur av okkara góðskutoymi. Sum góðskueftirlit verður tú ein lyklapersónur í at tryggja, at okkara framleiðsla altíð lýkur hægstu krøv til góðsku, reinføri og matvørutrygd.

 

Um starvið

Tú verður partur av Góðskudeildini hjá Bakkafrost, har vit arbeiða við matvørutrygd, góðsku, fiskavælferð, umhvørvi, starvsfólkatrygd og viðlíkahaldi. Starvsstaðið er á virkinum á Glyvrum, og tú arbeiðir í tøttum samstarvi við onnur góðskueftirlit/góðskutryggjara/leiðara og aðrar deildir. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og í vaktum.

 

Høvuðsuppgávur

  • Tryggja, at framleiðslan fylgir galdandi lógum, reglum og góðskuskipanum
  • Dagligt eftirlit við framleiðslu á kryvjivirki, liðugtvøruvirki, roykivirki, pakkivirki og partvís kassavirki
  • Eftirlit við reinføri og reinførisreglum – bæði visuelt og bakteriufrøðiliga
  • Sýnistøkur av reingerð, liðugtvøru, framleiðsluútgerð, vatni og spillvatni v.m
  • Haldføriskanningar og aðrar kanningar kravdar av myndugleikum og kundum
  • Skráseting og viðlíkahald av upplýsingum í góðskuskipanum
  • Luttøka í innanhýsis og uttanhýsis skoðanum
  • Aðrar uppgávur, sum natúrliga hoyra til økið

 

Førleikar og royndir

Vit ímynda okkum, at tú:

  • Hevur útbúgving sum laborantur, fiskivinnutøkningur ella líknandi (ikki krav, men fyrimunur)
  • Hevur royndir innan matframleiðslu og skil fyri matvørutrygd, fiskavælferð, heilsu, trygd og umhvørvi.
  • Dugir væl at brúka KT-amboð (Microsoft Office, Innova o.a.)
  • Dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum – bæði í skrift og talu

 

Vit bjóða

Ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag í einum toymi við høgum fakligum førleikum, har tú hevur góðar møguleikar at menna teg fakliga. Eisini bjóða vit starvsfólkatryggingar og møguleika fyri at vera við í kantinuskipan.

 

Meir at vita

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jóhonnu Feilberg, góðskuleiðara, á tlf. 235026.

 

Umsókn

Søk starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri. Umsóknarfreistin er sunnudagin tann 19. apríl 2026.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.600 starvsfólk (ársverk).


Aftur til listan