Kundi tú hugsað tær eitt starv umborð á einum av bátunum hjá Bakkafrost, so er kjansurin her. Vit søkja eftir kokki til tænastuskipið Martin.
Førleikakrøv
· Vinnubræv sum skipskokkur
· Trygdarskeið
· Heilsuprógv
Vangamynd
Tú lýkur førleikakrøvini, og tú vilt fegin hava ábyrgdina av at gera heilsugóðan mat til manningina. Tú ert vitandi um, at ein góður skipskokkur er týðandi fyri trivna og avrik hjá allari manningini, og tú vilt fegin gerast eitt gott ískoyti til toymið.
Sum persónur ert tú væl skipað/ur og ikki bangin fyri at taka fatt. Tú ert ábyrgdarfull/ur og vísir ein positivan hugburð til uppgávurnar, og trívist við at arbeiða sjálvstøðugt.
Løn og setanartreytir
Arbeitt verður í tørnskipan 1:1, og útmynstringartíðarskeiðið er 3 vikur. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi felags sáttmála millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Maskinmeistarafelagið.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Heina Kristianen, starvsfólkaleiðara, á tel 23 51 15, ella við t-brævi til hekr@bakkafrost.com.
Umsókn
Søk starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er mánadagin 24. august 2025. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey.