Starvslýsing stovnað
13-06-2025
Umsóknarfreist
04-07-2025

HR umsitari

Vit leita eftir einum dugnaligum og nærløgdum HR-umsitara

Hevur tú áhuga fyri bæði fyrisiting og greining? Trívist tú við at arbeiða við menniskjum og í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi? So kann hetta vera rætta starvið fyri teg!

 

Um starvið

Sum HR-umsitari verður tú partur av lønartoyminum og vísir til lønarleiðaran. Tú fært ábyrgd av ymiskum fyrisitingarligum og greinandi uppgávum, og arbeiðið fevnir eisini um samstarv við starvsfelagar tvørtur um virkisøkir.

Vit eru ein altjóða fyritøka, og arbeiðið fevnir um samstarv tvørtur um landamørk. Tí er tað ein fyrimunur – og ofta ein treyt – at tú dugir væl at samskifta á enskum, bæði munnliga og skrivliga.

 

Uppgávurnar eru m.a.:

  • Lønarumsiting
  • Skeiðsumsiting
  • Umsiting og ráðgeving í sambandi við m.a. partabrævaskipan
  • Ymiskar eftirkanningar viðvíkjandi starvsfólkaviðurskiftum og lønum
  • Fíggjarligar greiningar

 

Tín vangamynd – vit vænta, at tú:

  • Hevur skrivstovuútbúgving, aðra viðkomandi útbúgving ella royndir
  • Hevur góðar sosialar førleikar
  • Trívist í einum livandi og til tíðir óróligum arbeiðsumhvørvi
  • Ert tænastusinnað/ur, blíður/blíð og fyrikomandi
  • Ert fús/ur at taka eitt eyka tak, tá tørvur er á tí
  • Dugir væl at laga teg til broytingar og nýggjar uppgávur 

 

Tú verður partur av einum sterkum toymi

Á deildini HR & Fyrisiting fært tú dugnaligar, eldhugaðar og stuttligar starvsfelagar. Deildin er skipað í trý virkisøki: lønartoymi, HR-ráðgevaratoymi og móttøkutoymi. Hóast starvið er í lønartoyminum, arbeiða vit tætt saman tvørtur um økini.

 

Vit bjóða

Tú fært ein fjølbroyttan gerandisdag við spennandi og avbjóðandi uppgávum, sum menna teg bæði fakliga og persónliga. Hjá Bakkafrost raðfesta vit eitt gott arbeiðsumhvørvi og starvsfólkatrivna. Vit ganga høgt uppí okkara arbeiði, men virða eisini, at tað er annað í lívinum enn arbeiði.

Vit bjóða góðar starvsfólkatryggingar og hava eina góða kantinu. 

 

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Starvið er fulla tíð. Starvsbyrjan er 1. september 2025.

 

Umsókn

Umsóknarfreistin er 4. juli 2025. Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Monu Langgaard, lønarleiðara, á tlf. 235610 ella við telduposti til mola@bakkafrost.com.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.600 starvsfólk (ársverk).

www.bakkafrost.com


Aftur til listan