Starvslýsing stovnað
11-06-2025
Umsóknarfreist
22-06-2025

Shippinglærlingur til Søludeildina

Nú hava vit eitt sera spennandi lærupláss tøkt til tín, sum ynskir at arbeiða í einum spennandi altjóða umhvørvi. Talan er um eitt lærupláss sum skrivstovufólk við sergrein í speditión og shipping (EUX), og starvið er ein partur av Søludeildini hjá Bakkafrost.

Læruplássið

Søludeildin stendur fyri allari sølu í samtakinum, og uppgávurnar fevna breitt. Vit eru errin av okkara vøru, sum fevnir um frystan, feskan og royktan laks. Á deildini eru uppgávur í samband við logistikk, sølu, fakturering, ordrastýring og mangt annað. Á Søludeildini starvast fólk við staðseting í Føroyum, Skotlandi, USA og Frankaríki.

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna um alt frá móttøku av ordrum, til útflutning av vøru og uppfylging av leveringum. Tú fert serliga at arbeiða við:

  • Samskipa flutning bæði sjóvegis og loftvegis til kundar kring allan heimin 

  • Tætt samskifti við kundar, agentar og farmafeløg 

  • Planlegging og uppfylging 

  • Avgreiðslu av váttanum og skjølum í samband við útflutning 

  • Farmaskjøl, bókingar og planlegging í samband við FarCargo 

  • Fakturering

Harumframt kemur ymiskt annað fyrifallandi arbeiði á Søludeildini. 

Tú kemur at hava samband við nógv ymisk fólk innanhýsis og uttanhýsis, og til tíðir kann ferðin vera høg. Tú fært ríkiligan møguleika at læra og fáa góðar førleikar til tína framtíðar yrkisleið.

Starvsstaður er á Glyvrum. Ávís ferðing kann væntast.

Tú kemur at vísa til sølustjóran.

Skúlagongd

Samlaða lærutíðin er 2 ár, um tú hevur búskaparbreyt. Skúlagongdin er 8-10 vikur og fer fram í Danmark.

Um tú hevur aðra miðnámsútbúgvin, er lærutíðin umleið 5 vikur longri, sum er eyka skúlagongd. Les meira um útbúgvingina her.

Vangamynd

Tú hevur miðnámsútbúgving, og vit ímynda okkum, at tú ert ein sum trívist við ábyrgd og ert ambitiøs/ur. Tú dugir væl at samskifta í skrift og í talu á føroyskum, skandinaviskum og enskum. Tú ert skipað/ur og elskar at fylgja einari uppgávu heilt til dyrnar.

Tú skalt trívast í einum gerandisdegi við høgari ferð. Til tíðir er arbeiðstrýstið stórt, og dagarnir kunnu vera langir, men so taka vit okkum at løttum aðrar tíðir. Vit trívast væl á deildini og eru góðir starvsfelagar hjá hvørjum øðrum.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sum ásett fyri lærlingar í sáttmálanum hjá Samverk.

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Símun P. Jacobsen, sølustjóra, á tel 23 50 04, ella við t-brævi til sipj@bakkafrost.com.

Umsókn

Søk starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri. Umsóknarfreistin er 22. juni 2025. Starvsbyrjan er eftir avtalu.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.600 starvsfólk (ársverk)


Aftur til listan