Starvslýsing stovnað
30-05-2025
Umsóknarfreist
18-06-2025

Alari til Funningsfjørð

Hevur tú áhuga fyri aling, og kundi tú hugsað tær at arbeitt sum sjógvalari? So ert tú kanska tann, sum vit leita eftir.

 

Arbeiðsøki

Sum alari verða tínar høvuðsuppgávur

  • at røkta fiskin
  • at gera dagligar viðlíkahaldsuppgávur, bæði á alibrúkinum og á landstøðini
  • at vera við til útseting og tøku
  • at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

 

Tín vangamynd

Sum persónur er tú røsk/raskur og álítandi, tekur við ábyrgd og megnar at arbeiða í einum toymi. Tú hevur áhuga í at arbeiða við djórum, og tú hevur telduførleikar á brúkarastøði. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav at hava royndir á sjónum og hesi skeiðini: trygdarskeið, trukkskeið og kranaskeið.

 

Vit bjóða

Sum alari hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

 

Løn og setanartreytir

Løn er samsvarandi alarasáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Jóhan M. Dam, formann, t-post joda@bakkafrost.com ella  á tel. 23 51 48.

 

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 18. juni 2025. Møguleiki er at byrja beinan vegin.

 

www.bakkafrost.com


Aftur til listan