Starvslýsing stovnað
02-05-2025
Umsóknarfreist
21-05-2025

Alari til aliøkið í Hvalba

Arbeiðsøki

Sum alari verða tínar høvuðsuppgávur

·         at røkta fiskin

·         at gera dagligar viðlíkahaldsuppgávur, bæði á alibrúkinum, á landstøðini og útgerð

·         at vera við til útseting og tøku

·         at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

 

Tín vangamynd

Vit leita eftir einum røskum og álítandi persóni, sum tekur við ábyrgd og trívist í einum toymi, hvørs mál er at ala heimsins besta laks.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir á sjónum og ert vanur/von við at taka tær av viðlíkahaldsuppgávum av nótum, ringum, bátum o.s.fr.

Arbeiðstíðin er vanliga frá kl. 8-16, men í tíðarskeiðum við stórum arbeiðstrýsti, skalt tú vænta at arbeiða meira. 

 

Vit bjóða

Sum alari hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi. Tú verður partur av føroyskari matframleiðslu og fert at framleiða heilsugóðan laks til kundar kring allan heimin. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

 

Løn og setanartreytir

Løn er samsvarandi alarasáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við:

·         Signar Müller, formann, t-post simu@bakkafrost.com ella á tel. 23 58 35

·         Jan Hovgaard, økisformann, t-post jaho@bakkafrost.com ella á tel. 22 48 89

·         Bjarna Larsen, alileiðara, t-post bjla@bakkafrost.com ella á tel. 23 56 70

 

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er tann 21. mai 2025.

Møguligt er at byrja í starvinum beinanvegin.

 

www.bakkafrost.com


Aftur til listan