Starvslýsing stovnað
31-01-2025
Umsóknarfreist
17-02-2025

1. meistari til "Bakkafoss"

1. meistari til “M/S Bakkafoss”

Vit søkja eftir 1. meistara til okkara nýggjasta brunnbát “M/S Bakkafoss”.

Bakkafossur er 109,2 metrar langur og 22,2 metrar breiður. Brunnbáturin hevur eina samlaða rúmd á 10.000m3, har teir fýra brunnarnir til livandi laks, hava samlaða rúmd á 7.000m3. Harafturat eru tangar sum taka tilsamans 3.000m3 av feskvatni. Til ber at framleiða feskvatn umborð, og báturin hevur kapasitet til at framleiða 6.000m3/døgn. Bakkafossur er 8.272 BT og kann føra 1.000 tons av laksi. Framtøkumegin er 4.000 KW.

 

Tín vangamynd
Tú hevur kravdu førleikarnar, ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Tú hevur góð samstarvsevni og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.

 

Førleikar

·         Vinnubræv sum skipsmaskinmeistari á 1. stigi STCW-reg. III/2

·         Heilsuprógv og trygdarskeið

·         Skeið í eldsløkking og sløkkileiðslu

·         Bátaføraraskeið til skjóttgangandi bjargingarbát

 

Løn og setanartreytir

Arbeitt verður í tørnskipan 1:1 og útmynstringartíðarskeiðið er 3 vikur. Løn og setanartreytir eru sambært felags sáttmála millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Maskinmeistarafelagið.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarleiðara, á tel 23 50 50, ella við t-brævi til svkj@bakkafrost.com.

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er mánadagin 17. februar 2025. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi bæði í Streymoy og Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Grimsby,  Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið umleið 1.570 starvsfólk (ársverk).

www.bakkafrost.com


Søk starvið

Aftur til listan