Hevur tú áhugað fyri burðardygd og dámar tær at arbeiða við at greina og tryggja, at fyritøkur lúka ásett krøv? So er møguleikin her. Vit leita eftir einum ágrýtnum og dugnaligum barsilsavloysara fyri ein av okkara greinarum innan burðardygd.
Arbeiðsuppgávur í stuttum
• Savna, greina og skipa burðardygdahagtøl
• Stuðla rapporteringsarbeiðnum í samsvari við EU-lógarásetingina, CSRD (Corporate Sustainability Reporting Directive)
• Rapportera og samskifta við altjóða greiningarfeløg, umframt at greina úrslitini frá teimum
• Vera partur av verkætlanum innan burðardygd
Lýsing av arbeiðinum
Burðardygdararbeiðið er sera týdningarmikið fyri Bakkafrost og eitt øki, sum okkara áhugapartar, kundar og íleggjarar leggja stóran dent á. Tískil er sera umráðandi, at vit geva eina neyva og rættvísandi mynd av okkara virksemi, okkara málum og støðugu menningini innan burðardygd.
Tín høvuðsábyrgd verður at savna, greina og skipa burðardygdahagtøl. Harumframt at rapportera og samskifta við útlendsk greiningarfeløg, sum CDP, Coller FAIRR, Sustainalytics o.ø., sum meta um burðardygdararbeiðið hjá Bakkafrost, og at greina úrslitini frá hesum. Arbeiðið fevnir eisini um at hjálpa til, serliga við dátuinnsavnan og orðateksti til árligu burðardygdarfrágreiðinga, við atlitið til CSRD. Eisini at gera eftirmeting av dátugóðsku og tryggjan av, at allir upplýsingar eru nágreiniligir og gjøgnumskygdir.
Harafturat fert tú at luttaka í ymsum verkætlanum, sum hava til endamáls at minka mest møguligt um umhvørvisligu ávirkanina av okkara virksemi. Sum partur av burðardygdardeildini fært tú ein týðandi leiklut í okkara ESG-arbeiði og verður ein virkin partur av at tryggja, at fyritøkan livir upp til altjóða burðardygdarkrøv. Í starvinum fært tú ein sjálvstøðugan leiklut við stórari ábyrgd. Burðardygdardeildin hevur ábyrgd av burðardygdarøkinum fyri alt Bakkafrost samtakið, og vit hava eisini ein starvsfelaga í Skotlandi, sum tú dagligt kemur at samstarva við.
Tín vangamynd
• Vit ímynda okkum, at rætti umsøkjari hevur hægri akademiska útbúgving t.d. innan burðardygd, verkfrøði, umhvørvi, dátugreining, støddfrøði ella samsvarandi
• Ábyrgdarfull/ur, væl skipað/ur og hevur góðar analytiskar førleikar
• Hevur stóran áhuga fyri ESG og burðardygd og dámar at arbeiða við einum fakøki í skjótari menning
• Vit vænta, at tú hevur áhuga í at seta teg inn í fjøltáttaðar uppgávur umframt í standardir og arbeiðshættir
• Førleikar innan greinan og skipan av dátum
• Starvið krevur góðar førleikar í enskum í skrift og talu
Um tær vantar onkrar royndir, men tú harafturímóti ert motiverað/ur til at menna teg innan hetta arbeiðsøkið, heita vit eisini á teg um at søkja starvið.
Vit bjóða tær
• Eitt spennandi og avbjóðandi starv í eini fyritøku, sum hevur framsøkin mál innan burðardygd
• Møguleika at hava ein týðandi leiklut í at fremja okkara burðardyggu visjónir
• Gott arbeiðsumhvørvi í einum eldhugaðum og fakliga sterkum toymi
• Góðar starvsfólkatryggingar
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Starvsetanin byrjar 1. apríl ella eftir nærri avtalu og varir í eitt ár.
Meir at vita
Um tú vilt hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tordis Poulsen, Group Sustainability Director, á tel. 235640 ella við t-posti til torp@bakkafrost.com
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er tann 23. februar 2025. Um tú hevur áhuga í at vera við til at menna okkara burðardygdararbeiði og skapa virði fyri bæði felagið og samfelagið, so send okkum tína umsókn við at trýsta á knøttin niðanfyri.
Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi bæði í Streymoy og Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið umleið 1.570 starvsfólk (ársverk).