Starvslýsing stovnað
08-01-2025
Umsóknarfreist
02-02-2025

Maskinfólk til smoltstøðina við Gjógv

Bakkafrost søkir eftir maskinfólki til smoltstøðina við Gjógv

Vit søkja eftir einum ágrýtnum maskinfólki til Smoltstøðina við Gjógv. Sum maskinfólk hjá Bakkafrost fært tú eitt fjøllbroytt og avbjóðandi starv í eini fyritøku í støðugari menning.

 

Arbeiðsøki

Tú kemur at starvast í einum toymi, ið virkar fyri at ala fyrsta floks laksasmolt til at seta út í sjógvalingina hjá Bakkafrost. Tú fært góða upplæring í starvinum og kemur m.a. at røkja fylgjandi uppgávur: 

  • Viðlíkahald av maskinum og tekniskum útbúnaði, herundir pumpur, motorar, o.a.

  • Arbeiða við Luft, Oxygen og UV-skipan

  • Skráseting og uppfylging í viðlíkahaldsskipan (OPUS)

  • Ymiskt fyrifallandi handverkaraarbeiði

  • Røkt av fiski

  • Virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

  • Røkja aðrar uppgávur á smoltstøðini

 

Tú fert at hava ábyrgd av øllum vanligum maskinarbeiði, sum m.a. fevnir um eftirlit, viðlíkahald og umvæling. Tú mást tola ávísar broytingar í starvinum.

 

Tín vangamynd

Tú ert útbúgvin eletrikari, smiðjur, maskinistur, maskinmeistari ella líknandi. Tú ert væl skipað/ur, tekur við ábyrgd og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Somuleiðis hevur tú KT-førleikar á brúkarastøði.

 

Vit bjóða

Starvið sum maskinfólk er eitt avbjóðandi og mennandi starv í einum dynamiskum umhvørvi. Vit leggja stóran dent á at hava eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi og bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

 

Løn og setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

 

Meira at vita?

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kristian Jákup Joensen, formann, á tel. 23 50 78, ella við t-brævi til krjo@bakkafrost.com ella Rúna Olsen, smoltalileiðara, á tel. 23 51 25, t-bræv ruol@bakkafrost.com

 

Umsókn 

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Umsóknarfreist er 2. februar 2025. Starvið verður sett sum skjótast.

 

www.bakkafrost.com


Søk starvið

Aftur til listan